Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.04.2026 01:25

Jóhan Christiansen: Møguligur landsstýrismaður fyri Sambandsflokkin

Ein fegin formaður saman við komandi landsstýrismanninum Mynd: Eyp.fo

Tað kom sum ein skelkur fyrrkvøldið, tá ið tíðindini bórust, at nývaldi Tjóveldismaðurin, leirvíkingurin, Jóhan Christiansen, nú varð blakaður út í politiska myrkrið, eftir at fínteljingin gjørdi, at partamaður hansara í Tjóðveldi, Eirikur í Jákupsstovu, yvirhálaði hann á mállinjuni.

Tað var tí ein sera harmur, men prátingarsamur, nú fyrrverandi løgtingsmaður, sum Eysturoyarportalurin fekk fatur á inni á Kambsdali fyrr í dag, har hann saman við formanninum í Sambandsflokkinum, Bárður á Steig Nielsen, hevði hildið loynifund.

Sum Eysturoyarportalurin skilur, so høvdu teir báðir sníkt seg vekk frá almenninginum fyri at fundast nærri um framtíðina hjá Jóhan Christiansen í Sambandsflokkinum.

Hóast hvørgin av teimum vildi siga alt ov nógv um sjálvan fundin, so duldi Jóhan Christiansen ikki fyri, at hann var vónsvikin av øllum tí sum hevði gingið fyri seg aftaná valið og onkursvegna ikki føldi seg longur sum ein loysingarmann, nú hann heldur ikki hesuferð slapp innum tinggáttinia fyri Tjóðveldi.

Hóast hvørgin vildi váttað ella avnoktað tað, so snúði fundurin seg um at finna “nýggja sambandsmanninum úr Leirvík” ein møguligan landsstýrissess í nýggju ABC-samgonguni.

Einasta viðmerking frá “nýggja landsstýrismanninum” um hetta málið var, at hann nú fegin vildi sleppa at royna seg sum sambandsmann og vitað hvussu tað føldist.

Og sum skilst, so er ætlanin at innlimað Jóhan sum lim í Sambandsflokkinum longu í dag 1. apríl.