Runavíkar kommuna søkir eftir einum húsavørði at byrja skjótast gjørligt. Húsavørðurin hevur ábyrgd av viðlíkahaldi av dagstovnunum hjá Runavíkar kommunu. Talan er um fimm stovnar við níggju sjálvstøðugum bygningum.
Arbeiðsuppgávurnar eru:
· At røkja og viðlíkahalda bygningar hjá dagstovnunum í Runavíkar kommunu
· At røkja og viðlíkahalda øki rundan um bygningarnar hjá dagstovnunum í Runavíkar kommunu
· At røkja og viðlíkahalda spæliplássini hjá dagstovnunum
· At syrgja fyri at allar tekniskar skipanir virka á nøktandi hátt
· Aðrar fyrifallandi uppgávur
Húsavørðurin svarar til trivnaðarleiðaran og arbeiðir sjálvstøðugt. Húsavørðurin hevur ongan fastan arbeiðsstað, men arbeiðir í tøttum samstarvi við skúlavørðarnar, handverkararnar á rakstrardeildini og teknisku deild.
Vit vænta at tú:
· Hevur handverkaraútbúgving
· Hevur gott handalag og hevur gott eyga fyri røkt
· Ert ágrýtin, nærlagdur, skipaður og dugir væl at arbeiða sjálvstøðugt
· Dámar eitt arbeiði við fjølbroyttum uppgávum
· Dámar væl at arbeiða við fólki og forvitnum børnum
· Hevur góð samstarvsevni, ert tænastusinnaður og góður at heita á
· Hevur telduførleika á brúkarastigi
Setanar- og lønartreytir
Talan er um fulltíðarstarv. Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Føroya Handverkarafelag / Landsfelag Handverkaranna og Kommunala Arbeiðsgevarafelag.
Nærri upplýsingar
Nærri upplýsingar fáast við at venda sær til:
Rógva Nybo, trivnaðarleiðara á tlf. 23 70 45
Umsókn
Tú søkir starvið umvegis alfred.fo. Umsókn, lívsrensl o.a. skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi 14. Apríl 2026. Starvið verður sett skjótast gjørligt.
