Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
28.03.2026 09:06

Tað feskasta av bankanum

Birkblog

Til vinstru á myndini úr Barbara Fish House er kokkurin Assam, sum er úr Amman í Jordan, í miðjuni Marius Stakksund, sum er lærlingur og vínkurator, og til høgru Johan Petersen, ið er kokkur á fiskamatstovuni. Í hesum báðum grannahúsunum, Baianstovu og Áarstovu, er tvídeild matskrá í seks pørtum við bankatoski. Kokkarnir Bouzekri Yassine úr Tunis og Johan Petersen stíla fyri í hvør sínum køki. Vit hava sett okkum við borðið í Baianstovu, har fiskamatstovan Barbara er, við útsikt beint inn í Nýggjastovu, har Ræst er. Hini húsini, sum tilsamans verða kallað Heima í Havn, eru Fútastova, har Roks er, og Dandastova, har Mikkeller, við eyðkenda ølúrvalinum er í dag. Tíðarritið Falstaff, sum varð stovnað í Wien í Eysturríki í 1980, og í dag er millum kendastu at meta um mat- og ferðaupplivingar, hevur nýliga virðislønt matstovurnar, tilsamans átta í Havn, við eyðkenda gaffil signaturinum. Við borðið koma vit til tann tanka, at kanska varð føroysk gastronomi gróðursett á Tvøroyri fyri hundrað árum síðan.

Les alla frásøgnina her: Tað feskasta av Bankanum

Spjaldur