Bústaðargreining frá Betri Heim
Samansetingin av húskjum í Føroyum er broytt seinastu árini. Nógv tann størsti parturin av búeindum í Føroyum er sethús, samstundis sum tað í teimum flestu føroysku húskjunum búgva 1 ella 2 fólk. Burtur úr tí ber til at staðfesta, at í Føroyum búgva nógv smá húski í lutfalsliga stórum sethúsum heldur enn í smærri búeindum.
Grundin til, at 82% av húskjunum búgva í sethúsum, er ikki, at tey partú vilja búgva í sethúsum. Tvørturímóti er eftirspurningurin eftir smærri búeindunum – serliga íbúðum – vaksandi, og hann kemur millum annað bæði frá eldri fólkum, sum vilja flyta úr sínum sethúsum, og frá yngri útisetum, sum vilja flyta heim, men ikki hava ráð til tey heim, sum eru á føroyska marknaðinum.

Fleiri íbúðarverkætlanir í Eysturoynni
Í Eysturoynni fevna íbúðir um 4% av búeindunum. Seinastu fimm árini eru bygdar góðar 100 íbúðir; á leið helvtin er eigaraíbúðir og hin helvtin leiguíbúðir hjá Bústøðum (privatar leiguíbúðir eru ikki taldar við). Tær flestu nýggju íbúðirnar eru á Toftum, har 28 eigaraíbúðir og 28 leiguíbúðir eru bygdar síðan 2021.
Í løtuni eru fleiri byggiverkætlanir í gerð ella í umbúna í Eysturoynni. Millum annað verða bygdar 45 leigu- og eigaraíbúðir á havnarlagnum í Runavík; 34 íbúðir í Norðragøtu; 12 eigaraíbúðir á Strondum, har 10 aðrar júst eru lidnar; 8 raðhús á Eiði; 6 eigaraíbúðir á Leitisvegi í Saltangará og 6 eigaraíbúðir á Hjallavegi í Saltangará.
“Tað er sera hugaligt, at fleiri íbúðarverkætlanir eru í gerð í Eysturoynni, har tey eru nógv, sum ynskja sær íbúð heldur enn sethús. Eisini ynskja fleiri eldri fólk at flyta í íbúð, og tá verða sethúsini hjá teimum tøk hjá barnafamiljum at keypa. Tí er íbúðarbygging við til at nøkta tørvin hjá fleiri ættarliðum samstundis”, sigur Tróndur Jensen, sølumaður hjá Betri Heimi.
Bústaðartørvurin í Føroyum
Tað er ein sannroynd, at samansetingin av húskjum í Føroyum er broytt, og at meginparturin er smá húski.
Betri Heim hevur í øðrum greiningum víst á, at vit í Føroyum hava tørv á einum bústaðarmarknaði, har samansetingin av smærri og størri íbúðum, raðhúsum og sethúsum er fjølbroyttari enn í dag. Men hóast munandi fleiri íbúðir eru bygdar kring landið seinastu árini, er tørvurin als ikki nøktaður, tí vit hava framvegis tørv á umleið 2.000 smærri og fjølbroyttari bústøðum fyri at nøkta tørvin hjá føroyingum.
Megna vit at nøkta tørvin, verður tað lættari hjá føroyingum at seta búgv – ikki minst hjá ungu føroyingunum – og tað kemur okkum øllum til góðar.

Betri Heim, mars 2026
