Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2026 10:49

Kommunustýrisfundur í Sjóvar kommunu verður 30. mars

Sjóvar kommuna

Kommunustýrisfundur  30.03.2026, kl. 17:00

Mál nr.: 541-14-2025, broyting í byggisamtykt
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Uppskot til broyting byggisamtykt á matr. 234a til íbúðarøkið (á Lághálsum).

Kommunan ætlar at brúka økið á Lághálsum til fjølbroytt íbúðarøki. Samtykt er, at økið skal bjóðast út til íbúðarverkætlanir.

Tøkni- og býarskipanarnevndin leggur málið fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 540-6-2025, umhvørvisætlan fyri Sjóvar kommunu
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Trivnaðar- og umhvørvisnevndin leggur málið fyri kommunustýrið

Mál nr.: 104-2-2026, víðarisøla av matr. nr. 79ab
Reist av: Andreas E. Jacobsen 
Málslýsing: Umsókn um loyvi at selja part av matr. nr. 79ab


Mál nr.: 328-4-2022, ítróttarhøll á Strondum
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Til umrøðu