Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2026 08:48

Jóhan Christiansen kom innum tinggáttina

Leirvíkingurin, Jóhan Christiansen, sum bæði hevur verið borgarstjóri í Eysturkommunu og landsstýrismaður í Fiskivinnu- og Samferðslumálum, megnaði í gjár at fáa 307 persónligar atkvøður og bleiv nr. 6 á listanum hjá Tjóðveldi.

Hetta er fyrstu ferð hann er valdur beinleiðis inn á ting.

Hann stillaði upp bæði í 2015 (nr. 14 á Tjóðveldislistanum við 121 atkvøðum), í 2019 (nr. 15 á Tjóðveldislistanum við 138 atkvøðum), og í 2022 (nr. 15 á Tjóðveldislistanum við 125 atkvøðum).