Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
27.03.2026 08:05

Jákup Magnussen innleiðir familjuferð til Gran Canaria

Filmsfelagið

“Paradis” er ein av spennandi nýggju donsku filmunum í biografunum í ár. Undir leiðslu av norska leikstjóranum, Mariu Sødahl, síggja vit í høvuðsleiklutunum parið, Mikkel (Esben Smed) og Louise (Danica Curcic), ið hava keypt ferðaseðil til eitt familjuparadís, men bráddliga verða noydd at taka støðu til grundleggjandi moralsk virði.

Mikudagin fer úttvarpsmaðurin, Jákup Magnussen, at innleiða filmin “Paradis”, sum á flúgvandi løriftinum leiðir okkum til Kanarisku oyggjarnar, ið flestu føroyingar kenna.

Saman við døtrunum, Sille og Ella, eru foreldrini farin á eina væl uppiborna all inclusive feriu til Gran Canaria. Í eina viku skulu tey fýra taka sær av løttum og bara sóla sær undir pálmatrøum og dyppa í havinum, sum er ljósablátt heilt út í havsbrúnna.

Men veruleikin verður ein annar, tá familjuparadísið verður órógvað av bátum við flóttum, sum stýra beint inn á sandstrondina. 

Tá foreldrini av ósketni koyra á ein afganskan flótta, sum seinni kemur á hotellið at spyrja eftir teimum, skulu vælmeintu humanistisku virðini standa sína roynd. Tey sleppa ikki undan at svara spurninginum: Hvat er, at verða ein góð menniskja? 

Danica Curcic, ið er Louise, er vælumtókt á filmi, sum til dømis “Camino”, “Fremmed – Det første opgør” og í Netflix-røðunum “Kastanjemanden” og “Reservatet”.

Esben Smed, sum er Mikkel, hevur eisini við hepni spælt fleiri høvuðsleiklutir á filmi, so sum “Ser du månen, Daniel” og “Lykke-Per”. 

Leikstjórin, Maria Sødahl (f.1965), er útbúgvin á danska Filmskúlanum í 1993, og hevur fyrr gjørt spælifilmar í Noregi, sum “Håp” (2019) við Stellan Skarsgård og Andrea Bræin Hovig, og “Limbo” (2010) við norsku oljuvinnuni í Trinidad, sum fiktivum karmi. Hon er gift við kenda norska filmsleikstjóranum, Hans Petter Moland (f.1955), sum bretski høvundurin og filmsummælarin, Peter Cowie, skýrdi ‘the Ridely Scott of Norway’. 

Vísir tú brúkta atgongumerki, fært tú sama kvøld tvey fyri eitt á Paname á Vaglinum. Tankin hjá Filmsfelagnum er at styrkja um fatanina av miðbýnum sum eina mentanarliga uppliving bæði hjá tí einstaka og tá vit eru fleiri í felag.

1/4 kl 20:00 Paradis (Maria Sødahl Danmark 2026 99 min)

Spjaldur