Valstaðið í Fuglafirði er í nýggju snotuligu ítróttarhøllini í skúlanum.
Valstýrisnevndin upplýsir fyri Eysturoyarportalinum, at valluttøkan er hægri í ár enn undanfarna løgtingsval í 2022.
Kl. 15.00 høvdu 347 fólk atkvøtt, samanborið við 276 fólk í 2022. Og kl. 16.00 høvdu 450 fólk sett sín kross, samanborið við 418 um somu tíð í 2022.
Í Fuglafirðið, saman við Kambsdali, hava 1168 fólk valrætt.
Myndir: Eyp.fo







