Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
26.03.2026 13:02

Eyp á valferð: Velja í Eydnuni á Oyrabakka

Mynd: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo

Valstaðið Eydnan á Oyrabakka er valstaðið har fólk av Oyri, Oyrabakka og Norðskála velja og seta sínar krossar.

Valnevndin uppslýsir fyri Eysturoyarportalinum, at kl. 11.00 í morgun høvdu 94 fólk verið á valið, sum er 20,3%. Og kl. 12.00 høvdu 114 fólk sett krossin sum er 24,7%.

Samanborið við seinasta løgtingsval í 2022, so hava tvífalt so nógv fólk verið á valið í dag kl. 12.00.

Á valstaðnum á Oyrabakka hava 462 fólk valrætt í dag.

Myndir: Pætur E. Jacobsen/ Eyp.fo