Lesarabræv
Aksel V. Johannesen, løgmaður og formaður í Javnaðarflokkinum og Beinir Johannesen, formaður í Fólkaflokkinum vóru á valfundi hjá FM1 fríggjadagin samdir um, at Føroyar mugu gerast sjálvstøðugt land í ríkjafelagsskapi fyri at fáa neyðugar uttanríkispolitiskar heimildir og greiðari støðu úti í heimi. Hetta tykist vera yvirskipaða málið í tjóðarsemjuni, sum seks av sjey politisku flokkunum sigast vera samdir um.
Løgmaður vísti á, at flokkarnir hava brúkt ymiskan retorikk um tjóðarsemjuna, men at tað óansæð retorikk botnar í tørvinum hjá Føroyum á at fáa øktar og neyðugar uttanríkispolitiskar heimildir. Fleiri og fleiri lond og felagsskapir vilja ella kunnu ikki samráðast við Føroyar um altjóða avtalur ella umboðan, tí Føroyar eru ikki eitt sjálvstøðugt land.
Ríkjafelagsskap heldur enn ríkisfelagsskap
Seks av sjey føroyskum politiskum flokkum ynskja, at Føroyar gerast eitt sjálvstøðugt land í einum broyttum ríkisfelagsskapi, ið t.d kundi broytt heitið til ríkjafelagsskapur. Munurin er, at núverandi ríkisfelagsskapur byggir á éitt sjálvstøðugt land, Danmark. Ímeðan ríkjafelagsskapurin hinvegin skal rúma trimum sjálvstøðugum londum, Danmark, Føroyum og Grønlandi.
Samráðingar um tjóðarsemjuna og tørvin á øktum uttanríkispolitiskum heimildum og javnstøðu í ríkisfelagsskapinum, tóku seg serliga upp, tá ið Sambandsflokkurin herfyri legði fram eina nýggja skipan fyri ríkisfelagsskapin, nevnd Nýtt Samband. Sambært hesi skipan skal bera til at fáa limaskap og umboðan úti í heimi uttan at broyta ríkisrættarligu støðuna. Tað heldur løgmaður tó ikki bera til.
Sjálvstøðan gevir altjóða atgongd og sambond
Tí sjálvt um grundlógin bleiv broytt, men ikki ríkisrættarliga støðan, høvdu Føroyar framvegis ikki uppfylt fortreytina hjá flestu londum og altjóða felagsskapum um, at tey samráðast ella gera bara avtalur við sjálvstøðug lond. Løgmaður nevndi møguleikan fyri limaskapi í fiskiveiðifelagsskapum sum NEAFC og NAFO og sum heild í handilsavtalum eins og luttøku í altjóða ítróttarleikum.
Løgmaður vísti eisini á, at evnið handilsavtalur gjøgnum árini er blivið nógv umrøtt, og fleiri landsstýri hava lagt nógv fyri á hesum økinum. Beint nú er arbeiðið við handilsavtalu við ES komið so mikið langt, at møguliga kann eitt komandi landsstýri longu í hesum árinum fáa eina betri handilsavtalu við ES, enn vit hava í løtuni.
Avgreiða semjurnar fyrst, ósemjurnar aftan á
Sambært løgmanni heldur Javnaðarflokkurin, at tað kundi givið meining at roynt at knýtt seg upp í EFTA fyri at fáa fleiri handilsavtalur, tí í verandi støðu eru hini sjálvstøðugu londini ikki áhugaði í at tosa við eitt land við 55 túsund fólkum, ið ikki er sjálvstøðugt, um tú kann samráðast við onnur lond ella felagsskapir upp á tíggjutals milliónir fólk. Í dag koma vit altíð aftast í køina, og vit koma ikki víðari.
Annars skal alt annað vera óbroytt, og so kunnu onnur viðurskiftir, ið semja ikki er um, koma aftan á. Tjóðveldi vil kanska seinni yvirtaka løgregluna og minka um blokkstuðulin, ímeðan Javnaðarflokkurin til dømis kann siga, at tað ikki skal ikki gerast nú. Tá kann sostatt haldast áframm at stríðast um tað, sum ósemja er um. Men beint nú eigur at verða hildið fast um tað, sum semja er um.
Forsætisráðharrin mælt til broyting seinastu trý árini
Danski forsætisráðharrin, Metta Frederiksen hevur seinastu árini fleiri ferðir givið til kennar, at danir eru sinnaðir at broyta ríkisfelagsskapin, um føroyingar og grønlendingar ynskja tað. Við denti á øktum avgerðarrætti og virðing millum javnbjóðis partar.
Í setanarrøðuni í Fólkatinginum í oktober 2023 segði forsætisráðharrin, at tíðin var farin frá, at tað bara var Danmark og so tvey onnur lond í ríkisfelagsskapinum. Men at ríkisfelagsskapurin skuldi fevna um eitt javnsett samstarv millum trý lond, try fólk og tríggjar stjórnir.
Í setanarrøðuni árið eftir, í oktober 2024, endurtók forsætisráðharrin, at ríkisfelagsskapurin eigur at verða broyttur sambært tí veruleikanum, ið tey trý fólkini liva í, og at samstarvið skal byggja á virðing og taka hædd fyri serligu støðunum hjá Grønlandi og Føroyum, ikki minst í Arktis.
Á ríkisfundinum í Føroyum á sumri 2025 nevnir forsætisráðharrin aftur, at danir eru til reiðar at geva Føroyum og Grønlandi økta ávirkan á menningina av ríkisfelagsskapinum. Støðan var tá merkt av amerikanska áganginum á Grønland, sum er minkaður aftur. Støðan í Arktis er tó enn avbjóðandi.
Niels Juel Arge, Tórshavn
