Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
22.03.2026 15:04

Ein sólskynssøga: Fingu sonin aftur – var deyður í 43 minuttir

Heima hjá Janu Madsen og Marius Fríðálvur Joensen, foreldurinum hjá Fríða. Mynd: Eysturoyarportalurin

Eyp grein

Tað var ein øguligur skelkur sum fór ígjøgnum alt landið týsmorgunin 21. mars í 2023, tá ið tíðindini bórust, at ein 4 ára gamal smádrongur í dagstovninum á Flatinum á Oyrabakka, hevði verið fyri einum óhappið og var funnin lívleysur.

Tað var sum um, at alt landið steðgaði upp hesa løtuna. Eitt svart skýggj legði seg yvir Sundalagið og ein dapur stemmningur legði seg yvir restina av Føroyum. 

Ein løta og ein hending, sum hjúnini bæði, Jana Madsen og Marius Fríðálvur Joensen á Norðskála, foreldurini hjá lítla Fríða, minnast væl. Og sum nú vilja seta orð á, nú trý ár eru liðin síðani hendan lagnudagin fyri trimum árum síðani.

Familjan hevur bjóðað Eysturoyarportalinum á gátt, í hugnaliga heimið teirra á Norðskála, har tey nú vilja greiða frá teirra uppliving hvussu tey upplivdu at missa sonin hendan dagin, fyri síðani at fáa hann aftur. Og hvussu Fríði og familjan hava tað í dag.

Byrjaði sum ein vanligur dagur

Lítli 4 ára gamli sonur teirra, Fríði, hevði hendan kalda fyrrapartin verið úti og spælt saman við javnaldrinum Hjarnar Friðrik, tá ið óhappið hendi.

-Upprunaliga var ætlanin ikki at koyra hann í barnagarð hendan morgunin, sigur

Jana, mamma Fríða, sum saman við manninum Marius, sita við køksborðið nú tey skulu til at greiða frá lagnudegnum.

-Eg arbeiði sjálv á Dagstovninum Flatinum á Oyrabakka har sonurin eisini gongur, har í óhappið hendi. 

-Sjálv arbeiði eg í frítíðarskúlanum, har eg havi arbeitt í 21 ár. Hendan dagin skuldi eg ikki byrjað til arbeiðis fyrrenn klokkan 12.00. 

Hendan morgunin var Jana farin til Havnar at keypa inn, tí næstyngsti sonurin hjá teimum, Einar, hevði føðingardag dagin eftir. Hann fylti 8 ár. 

Ætlanin var, at Jana skuldi taka Fríða við sær til Havnar, men broytti meining og koyrdi hann í barnagarð í staðin.

-Tá eg so var liðug at keypa inn, og sat í bilinum á veg heimaftur, og komin beint áðrenn brúnna við Streymin, ringdi fartelefonin hjá mær. 

Tað var ein arbeiðsfelagið hjá Janu á dagstovninum sum ringdi. Í fyrstani helt Jana, at nú vildu tey vita hvar hon var blivin av, tí hon skuldi skjótt møta til arbeiðis.

Tað fyrsta eg sigi, tá ið eg takið telefonina er: “Eg eri beint her, eg verið har beinanvegin”, sigur Jana, sum minnist hvussu huglagið broyttist uppá nøkur fá sekund.

At tónin var sera álvarsligur í hinum endanum av rørinum hoyrdi hon beinanvegin. 

Starvsfelagin, sum Jana hevði arbeitt saman við í nógv ár, var rólig men álvarslig á málinum, hoyrdi Jana.

Jana bleiv spurd hvar hon var stødd, og síðani biðin um at koyra bilin inn til síðis. 

Í hinum endanum í rørinum fekk hon ringastu boðini ein mamma nakrantíð kann fáa. 

Boðini vóru stutt: “Sonurin hjá tær er funnin lívleysur í ánni. Ver verandi í bilinum. Vit koyra yvir eftir tær beinanvegin”.

-Eg fekk eitt sjokk! Tað fyrsta eg gjørdi, var at ringja til systir mína sum arbeiddi í Havn.

– Eg hugsaði, at tey vóru á veg suður til Havnar við Fríða í sjúkrabilinum, og tí skuldi Fríði hava onkran sum hann kendi at møta sær á landssjúkrahúsinum, sigur Jana, og greiðir frá hvussu ørkylma hon var hesa løtuna.

Men sjúkrabilurin var enn ikki enn farin avstað við Fríða. 

Jana var avheinta beint við brúnna við Streymin, Streymoyarmegin, av tveimum starvsfelagum sum høvdu arbeitt leingi saman við henni, sum síðani koyrdu tað stutta strekki yvir til dagstovnina á Oyrabakka. 

-Eg minnist akkurát sum um at eg bleiv púra deyv, tá ið eg trein inn um portrið og inn til barnagarðin. Alt rundan um meg føltist sum var tað í slow-motion, sigur Jana, sum minnist afturá hesa ræðuliga løtuna.

Har sá Jana, at lækni og hópin av øðrum fólki,  av øllum alvi arbeiddu uppá son hennara.

Sonurin lá hvítur og lívleysur á bønum og fekk hon einki gjørt sum mamma uttan at standa og hyggja at. 

Fríði, tá ið hann sveimaði millum lív og deyð. Mynd: Privat

Skuldu út at spæla bert eina lítla løtu

4 ára gamli Fríði og javnaldrin og vinmaðurin, Hjarnar Friðrik, skuldu til at eta matpakkan í barnagarðinum kl. 11.30, hendan váta, kalda og eitt sindur kavaklædda dagin. 

Men báðir á fullur í orku, so vildu teir líka sleppa út eina løtu at spæla og renna, áðrenn matpakkin var etin. Og tað var teimum játtað, so eitt starvsfólk fór út við teimum báðum.

Ætlanin var bert, at verða úti í nakrar heilt fáar minuttir og so koma innaftur at eta matpakkan. Tískil vóru teir ikki so væl ílatnir sum vanligt, í ongari heitari troyggju, men bert í regnbuksum og og stivlum.

Aftaná eina lítla løtu kemur 4 ára gamli Hjarnar Friðrik yvir til starvsfólkið og sigur, at Fríði er vekk. 

Ofta hava lítlu dreingirnir í barnagarðinum tað til stuttleika at arga og skemta við tílíkum, men starvsfólkið kendi á sær, at hesuferð var ikki sum vanligt. 

Hon gjørdi skjótt av. Hon fekk dreingin at vísa sær á hvar Fríði var blivin vekk, og bleiv víst á ein lítlan kavaklæddan vatnhyl skamt harfrá. Men við fyrsta egnakast sást onki til nakran Fríða nakrastaðni. 

Tað hevði kavað í nakrar dagar, meðan tað síðani hevði tinað aftur. Og tískil hevði tað lagt seg eitt tjúkt lag at sokallaðum frostkava við lítla vatnhylin, sum var í sjálvum barnagarðinum.

Komin til henda lítla kava- og frostklædda vatnhyl, sást bert eitt evarska lítil hol sum førdi inn undir ísin. Hóast starvsfólkið ikki orduliga kundi ímynda sær at nakar kundi passa niður ígjøgnum hetta lítla holið, føldi hon á sær, at her ruggaði ikki rætt. Og gjørdi hon tí av, at byrjað at gravað av øllum alvi ígjøgnum harða ísin og kavan fyri at leitað. 

Men tað var beinfryst og tískil trupult at gravað. Men við blóð og sveittað, kláraði hon at gravað seg niður á nakrar stivlar og bein, og síðani at hálað dreingin leysan upp úr vathylinum.

Funnin lívleysur

Hóast holið var sera lítið, so var Fríði onkursvegna dottin niður í hetta holið. Nokk hevði hann smekkað høvdið í onkrastaðni áðrenn og síðani svímaður. Og so vælhjálptur av hálu regnklæðunum, varð hann gliðin lívleysur niður ígjøgnum lítla holið. 

Meðan starvsfólkið lá og gravaði, vóru eisini onnur starvsfólk komin til, og høvdu hjálpt til við at gravað. Men, tá ið so drongurin enduliga var funnin og fingið upp, eftir nógvar minuttir, sást beinavegin at hann var hann lívleysur.

Farið var tí beinavegin undir at geva fyrstuhjálp, meðan ringt var 112 og øll tilbúgvingin sett varð í gongd.

Samstundis sum hetta hendi, hevði løgreglan venjing í økinum í Sundalagnum, og var hon tí sera skjót á staðið, saman við bæði lækna og sjúkrabili.

Saman við allari tilbúgvingini varð arbeiðið sett í gongd, og vistu eisini øll starvsfólkini á dagstovninum akkurát hvat tey skuldu gera í íkomnu støðuni. 

Alt var sera væl fyriskipað. Øll børnini vóru avskild og hildin inni í barnagarðinum, meðan frítíðarbørnini, sum gingu í skúlanum beint við síðurnar av, og sum skuldu koma yvir á stovnin júst á middegi, blivu leidd aðrastaðnis. 

Tildømis var beiggi Fríða, Einar, ein av hesum børnunum sum gekk í skúlanum við síðurnar av, og sum bleiv tikin hond um hendan dagin.

Stutt frammanundan høvdu øll á Dagstovninum á Flatinum verið á fyrstuhjálparskeið, og var venjingin tískil sera fesk í minninum á starvsfólkunum. Nakað sum heilt víst hevði sína stóru avirkan á úrslitið.

Varð staddur í Skotlandi

-Eg veit ikki hvat eg hugsaði. Eg fekk ongantíð hasa forferduligu magakensluna. 

-Kanska eg ikki orduliga skilti hvat var sagt, ella var eg bara í totalt sjokk. Eg minnist at orðið “lívleysur” ikki rakti meg so hart sum man kundi trúð. Veit ikki hví. Orðið “deyður” var ongantíð sagt, og kanska var tað tí, sigur Jana og hyggur eitt sindur undrandi yvir á mannin hjá sær, sum situr hugsunarsamur hinumegin borðið.

-Eg minnist, tá ið eg kom til portrið á barnagarðinum, so mátti eg andað djúpt inn, áðrenn eg fór inn. 

-Eg var ongantíð í hesum panikktilstandinum, sum man sær í filmum, har eg rópti og ýldi. Eg má hava verið í orduligum sjokkið, sigur Jana og hugsar afturá hesa tungu løtuna í garðinum sum ofta rennur frammanfyri hana.

Marius hevur sitið tigandi og lurtað hesa fyrstu løtuna prátið hevur gingið. Hann var ikki sjálvur heima, tá ið óhappið hendi. Hann var tá staddur umborð.

-Sjálvur var eg staddur umborð á Marsali, brunnbátinum eg sigli við til dagligt, hjá reiðaríðinum Migdale í Skotlandi. Vit vóru staddir á vestusíðuni í Skotlandi, tá ið eg fekk boðini.

-Vit bæði, Jana og eg, høvdu tosað í telefon eina góða løtu, meðan hon keypti inn í Havn. So tá ið telefonin ringdi (sami starvsfelagið sum stutt áðrenn hevði ringt til Janu við boðunum) á Messenger, so hugsaði eg, at nú mundi Jana havt mist telefonina vekk ella okkurt sovorið, sigur Marius.

Men hann hoyrdi beinanvegin á tónanum í hinum endanum, at tað var okkurt heilt galið. 

Marius fekk somu boðini sum Jana, at sonurin var funnin lívleysur í barnagarðinum. 

Men langt frá landi skotin kundi hann einki gera og føldi seg púra hjálparsleysan í støðuni.

Boðini úr Føroyum vóru greið. Kom heim til Føroyar beinanvegin.

-Eg fekk vakt stýrmannin, sum so boðaði reiðarínum frá beinanvegin.  

-Vit sigldu akkurát tá beint ímillum eitt smalt sund nær við Kyle í Skotlandi, og bleiv eg tí sigldur beinleiðis inn til nærmastu kai, har eg síðani var koyrdur til flogvøllin í Inverness. Ein biltúrur á umleið 4 tímar haldi eg meg minnast, sigur Marius.

Reiðarin hjá Marius hevði gjørt sera skjótt av, og ikki gjørt matari enn at leigað honum eitt leiguflogfar sum skuldi flúgva hann beinleiðis úr Skotlandi til Føroyar.

-Eg fekk boðini umleið klokkan 12.00, á middegi, hendan dagin, og klokkan 20.00 sama kvøld, var eg á landssjúkrahúsinum í Havn. So tað gekk sera skjótt fyri seg, hóast tað føldist sera leingi, sigur hann.

-Eg kann nevna, at flogtúririn var heldur ikki av teimum bestu. Hann var faktiskt ræðuligur. Tað var sera vánaligt veður, og mundi lítla leiguflogfarið ikki fingið lent í Føroyum. Flogskiparin royndi 1-2 ferðir at lenda, men mátti uppfrá aftur hvørja ferð. 

-Men triðju ferð eydnaðist tíðanbetur, og bíðaði beiggi mín eftir mær á flogvøllinum í Vágum og koyrdi meg til Havnar, sigur Marius um langa túrin heim hendan dagin í mars 2023.

-Tað hevði verið ræðuligt, at ikki fingið lent og verið noyddur at farið antin til Íslands ella Norra at bíða eftir betri veðrið.

-Eg fekk at vitað aftaná, frá fólki sum vóru við í hendingini, at sjúkrabilurin brúkti bert nakrar heilt fáar minuttir av Oyrabakka og til Havnar.

Marius og Jana hava eisini fingið fortalt aftaná, at løgreglan hevði stongt allar vegir, soleiðis at sjúkrabilurin hevði frítt at koyra og kundi koma so skjótt fram til Havnar og landssjúkrahúsið sum møguligt. Og á sjúkrahúsinum stóð øll tilbúgvingin og bíðaði bert eftir Fríða. 

Við ýlandi sjúkrabilinum til Havnar, varð arbeitt allatíðina uppá Fríða, og brádliga einaferð miðskeiðis á túrinum fekst lív í lítla Fríða, so hann andaði.

Og var hetta eisini fyrsta lívstekin hjá honum aftaná hendingina. Men var hann als ikki enn úr nøkrum lívvanda, og var hann eisini beinanvegin lagdur í andahjálpartól, (respirator), tá í hann kom á landssjúkrahúsið.

Ætlanin var, at hann skuldi leggjast í andarhjálpartólinum í 24 tímar. Og síðani skuldi man vitað hvat hendi, tá ið tað bleiv tikið frá honum aftur. 

Óvissan var tískil stór. Og spurningarnir vóru nógvir. Fór Fríði nakrantíð at vaknað aftur? Fór hann at fáa varandi mein ella fór hann møguliga at gerast lamin? 

Marius greiður frá, at Fríði tosaði ofta um Marsli, sum er navnið á bátinum, sum hann siglur við og gleddi Fríði seg altíð til at hann kom heim.

-Eg sat uppi yvir honum allatíðina tá ið andingarhjálpitólið varð tikin frá honum, og við jøvnum millumbilum teskaði eg spakuliga í oyra á honum, at “ babba var komin heim”.

Pápin, Marius, teskaði í oyra á Fríða, at nú var hann komin heim. Mynd: Privat

Og so einaferð, aftaná umleið ein hálvan tíma eftir at andingarhjálpitólið varð sløkt, byrjaði Fríði so spakuliga at vaknað við. 

Fyrsta tekin var at onnur vørrin byrjaði spakuliga at flyta seg. Tá vóru 27 tímar farnir. 

Og so spakuliga opnaði hann eyguni. Og nakað eftir tað kom fyrsta orðið úr honum og varð tað Marsli.

-Tá minnist eg væl, at læknarnir og sjúkrasystrarnar sum vóru til staðar, øll góvu tummil upp.

-Tí tá vistu øll, at tað ikki var heilt galið við høvdinum, sum vit høvdu stúrt nógv fyri, sigur Marius kensluborin og rørdur á málinum.

-Eg má siga sum er, at tað var eitt heilt fantastiskt arbeiðið av øllum hesum mongu fólkunum sum vóru til staðar og hjálptu hendan dagin. Tey eiga lívið í Fríða, sigur Marius, álvarsamur á málinum og hyggur yvir á Janu sum nikkar tigandi.

-Eg svav ikki í fleiri dagar, eftir at eg fekk boðini tann 21. mars. 

-Eg havi eitt Smartwatch-ur, sum eg plagi at ganga við, og sum t.d. vísir pulsin hjá mær. 

-Í flogfarinum áveg heim mátti eg bara sløkkja urið, tí tað bleiv við at vibriera, tí pulsurin var alt ov høgur. 

Marius hevur eftirfylgjandi verið inni á Smartwatch-urinum og hugt eftir yvirlitinum hvat pulsurin hjá honum var hendan dagin og dagarnar aftaná. 

Hann sigur, at dagurin byrjaði heilt róliga, har pulsurin var púra vanligur, men brádliga um 12 tíðina fór hann fór upp í topp og var liggjandi har í fleiri dagar út í eitt.

-So kroppurin hevur verið øguliga tyngdur, uttan at eg veruliga havið lagt tað til merkis, sigur Marius og vísur á urið hann hevur sitandi á arminum.

Sveimaði millum lív og deyð

Lítli Fríði var lívleysur í langa tíð.

Tá lækni og sjúkrafólkini enduliga fingu eitt sindur av lívið í drongin, hevði hann verið lívleysur í heili 43 minuttir.

-Eg og tveir av mínum góðu starvsfelagum, koyrdu til Havnar aftaná sjúkrabilinum. Eg minnist, at vit koyrdu “tann gamla vegin” norður til Havnar, meðan sjúkrabilurin fór gjøgnum Eysturoyartunlin.

-So eg visti ikki hvat hendi í sjúkrabilinum ella hvussu støðan var hjá Fríða, sigur Jana.

Hon minnist, at tá ið tær komu til Havnar og hon steig inn í forhøllina á landssjúkrahúsinum, kom ein sjúkrasystur í hvítum búna gangandi beint yvir til hennara. Tá minnist hon at hon hugsaði, nú er hann deyður.  

Sjúkrasysturin spurdi hana; ert tú Jana, mamma Fríða?. Og Jana svaraði játtandi at tað var hon. So segði sjúkrasysturin: hann andar!

-Tá lætnaði, sigur Jana kensluborin og rørd á málinum, og hyggur niður á eina mynd av Fríða og hinum trimum systkinunum, sum tey hava pyntað køksborðið við. 

Fríði hevur altíð dáma væl at fanga krabbar. Mynd: Privat

-Tá ið eg so slapp inn í stovuna at síggja hann og nerta við hann, sá eg tó, at har var sera langur vegur eftir enn, sigur Jana kedd á málinum.

Og tað vóru eisini greiðu boðini frá læknanum sum tók sær av Fríða. Læknin ballaði ikki nakað inn, og lat tey vita, at enn var støðan sera hættislig, og bað eisini Janu um at fáa mannin heim til Føroyar skjótast gjørligt.

-Faktiskt fekk Marius, sum var langt burtur, boðini, at Fríði andaði og var á lívið, áðrenn eg, sigur Jana og hyggur yvir á Marius hinumegin køksborðið við einum lítlum smílið.

-Tað er nokk eingin ivi um, at ísurin og kuldin hevur bjargað honum, tá íð hann lá undir í ísvatninum. 

-Allur kroppurin hevur verið jú lukkaður púra niður. Og at hann nokk er svímaður beint áðrenn hann er farin niður í gjøgnum holið, og tí ikki stríðst ella bart ímóti, hevur hjálpt honum, sigur Marius, sum ofta hevur hugsað aftur á dagin og álvarsligu støðuna hjá soninum.

Drúgv uppvenjing

Eftir at hava verið niðri í svartasta holinum, til at næstan hava sveimað á skýggjunum, so vistu øll, at enn var langur vegur eftir.

Fríði var sjálvandi sera troyttur og kroppurin hevði eisini fingið ein orduligan umgang. Hóast kanska ikki tað sást so nógv á kroppinum sjálvum, so var m.a. annað lunga punkterað og hevði hann eisini fingið eina stóra kúlu á nakkan.

Stórsta avleiðingin var, at hann hevði mist kreftirnar og fekk ikki brúkt fingrarnar og hendurnar sum áður. Eisini var onnur síðan av munninum lamin.

-Vit hava verið nógvar túrar aftur og fram til Havnar, sigur Marius.

-Vit gingu í umleið eitt ár við honum til uppvenjing hjá fysioteraput í Havn, tí m.a. fingrarnir riggaðu ikki og balansan var heldur ikki góð hjá honum. 

Og hava tey bæði, Jana og Marius, kanska eisini ivast viðhvørt, kanska serliga Jana, um alt nú fór at koma uppá pláss aftur og blíva sum tað var áðrenn hendingina. Men spakuliga, fyri hvønn dag sum gekk, gjørdi Fríði smá framstig.

-Marius hevur verið tann sum allatíðina hevur treiskast og hevur trúð uppá, at Fríði fór at koma 100% fyri seg aftur. Og tað má eg siga, hevði tað ikki verið fyri Marius, sum hevur vant nógv her heima við honum, so veit eg ikki um tað hevði gingið so gott og skjótt við uppvenjingini sum tað nú gjørdi, sigur Jana álvarsom og samstundis takksom á málinum.

Fríði farin í 1. flokk. Mynd: Privat

Ein ungur frískur drongur

-Nú í dag, um tú hyggur eftir honum, so sæst einki á honum til nakað sum helst. Hann er enn ein lítil fittur kúllur sum dámar at verða í gongd allatíðina.

-Einasta er ein lítil skallutur blettur á nakkanum, sum nokk er ein avleiðing av, at hann hevur sligið høvdið.

-Hatta er so lítið av miklum, hatta er bert eitt lítið merkið og hevur als einki at siga. Hatta er bert ein lítil áminning hvat í hendi, siga Marius flennandi, meðan andlitsbragdið samstundis vísir eitt stórt takksemið um at sonurin er á lívið í dag.

-Fríði, er í dag ein akkurát líka raskur og rokaligur drongur sum áðrenn. Hann gongur í dag í 1.flokki, og gongur til ítrótt, bæði hondbólt og fótbólt.

-Eg minnist, tá ið vit vitjaðu fyrstu ferð aftur í barnagarðinum eftir hendingina, spurdu børnini Fríða um “hann var doyðin”. Men hann svaraði teimum at “hann var ikki doyðin”, sigur Jana flennandi og greiður frá at Fríði sjálvur einki minnist frá hendingini.

-Eg minnist eisini, at beint aftaná at vit vóru komin heim aftur her til okkum í Norðskála, so høvdu vit fingið at vitað frá læknunum, at tað var umráðandi at hann fekk frið og slapp at hvíla. 

-Men tvætl, hann var so fullur í orku og vildi sleppa at spæla og rokast allatíðina, sjálvt um førleikarnir ikki orduliga hjá honum vóru tá til tess. Hann vildi bæði sparka fótbólt og oman í fjørðina at fanga krabbar.

-Sjálvt á páskum, sum jú bert var nakrar vikur aftaná hendingina, so vildi hann ikki, at eg skuldi bera hann, men vildi sjálvur sleppa at ganga niðan brekkuna niðan á hamarin at rullað páskaregg, sigur Marius flennandi.

-Eg havi sagt tað fleiri ferðir, at eg føli, at øll hjálp er komin til okkum, sigur Jana takksom á málinum.

Eisini hava bæði Sunda kommunu, og reiðaríðið hjá Marius í Skotlandi, Migdale, verið ein ótrúlig hjálp og stuðul, og tískil eisini gjørt tað munandi lættari hjá teimum sum familju at koma fyri seg aftur.

-Vit hava verið so ótrúliga heppin allanvegin í gjøgnum, tí hjálpin hevur allatíðina staðið onkursvegna júst har, akkurát tá ið vit, og Fríði, hava havt brúk fyri henni. 

-Tað er ótrúligt at hugsað aftur á, hvussu heppin vit í veruleikanum hava verið, og at alt bara hevur fallið í hakk allavegin í gjøgnum, sigur Jana.

Jana og Marius eru eisini sera takksom og rørd fyri allar tær í túnsundatali av bønum, góðynskjum, boðum, telefonuppkallum og øðrum, sum tey fingu og hava fingið, frá fólki bæði nær og fjar. Og eru tey púra tikin av bólið av allari hjálpini.

-Vit eru heilt avgjørt blivin enn tættari sum familja, og dugað nú kanska nógv betur at seta prís uppá lívið og tær smáu løturnar. 

-Eg haldi, at kanska Marius dugur serliga væl at steðga á og njóta løturnar og geva sær tíð saman við børnunum nú enn áðrenn, sigur Jana.

-Har vóru bara hetjur handan dagin, tað ber ikki til at nevna tær allar, tí tær vóru so nógvar, men tey vitað øll hvørji tey eru, og uttan tær hetjurnar, so var Fríði ikki í millum okkum í dag, sigur Jana takksom og hyggur á Marius sum tigandi nikkar.

-Tann 22. mars í ár, eru 3 ár liðin síðani Fríði vaknaði aftur, sama dag sum sonur okkara, Einar, fyllur 11 ár. 

-So hetta er altíð ein heilt serligur dagur hjá okkum, og størri føðingardagsgávu kann man ikki ynskja sær, og eru vit eisini so ótrúliga takksom fyri alt, siga tey bæði, Jana og Marius við ein munn, nú samrøðan um lítla Fríða og hvussu hann eisini er komin at enda.

Øll fýra sysktini samlað; f.v. Einar, Fríði, Sverri og Lea. Mynd: Privat