Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.03.2026 20:34

Valfundur í bygdahúsinum á Strondum

Sjóvar kommuna

Mánakvøldið 23. mars kl. 20 verður spennandi valfundur í bygdahúsinum á Strondum.

Valfundurin verður skipaður sum gomlu valfundirnir, har valevnini fáa høvi at greiða frá sínum sjónarmiðum og kjakast, umframt at lagt verður upp til at áhoyrararnir kunnu seta spurningar til pallborðsgestirnar. 

Valevni á fundinum:

A: Bill Justinussen
B: Helgi Abrahamsen
C: Sigrun Jónsveinsdóttir
D: Claus Martin í Grund
E: Sigrid Jensdóttir Dalsgaard
F: Bjarni Kárason Petersen
H: Ólavur í Geil

Orðstýrari verður Torbjørn Jacobsen.

Aftaná fundin verður drekkamunnur við onkrum søtum afturvið, har fólk eisini fáa møguleikan at tosa við valevnini.

Øll eru hjartaliga vælkomin.