Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.03.2026 20:47

-Nú skulu fólkatingssessirnir avtakast

Vónandi er hetta seinastu ferð vit hava Fólkatingsval í Føroyum, sigur Páll Gregersen. Mynd: Eysturoyarportalurin

Soleiðis sigur gøtumaðurin og vinnulívsmaðurin, Páll Gregersen, við Eysturoyarportalin.

Nú, týsdagin 24. mars er fólkatingsval í danska kongaríkinum. Eitt val har føroyingar og grønlendingar skulu velja hvør síni tvey umboð at umboða Føroyar á danska Fólkatinginum. 

Men í seinastuni, upp til hetta valið, hava fleiri persónar og politiskir flokkar boða frá, at hesir sessirnir á danatingið hava tænt sínum endamálið, og at tíðin er nú komin at avtakað teir.

Ein sum er samdur í at fáa avtikið hesar sessirnar skjótast gjørligt, er kendi vinnulívsmaðurin, Páll Gregsersen.

-Tíðin er farin frá sessunum, heldur hann.

-Vit høvdu ikki góðtikið at danskara sótu í løgtinginum her heima hjá okkum.

-Og eg fari tí heldur ikki at velja, og vónandi fleiri við mær. Mín dreymur er at valluttøkan fer niður um 40 %, so sigur tað seg sjálvt, sigur Páll Gregersen.

Hann vísir á, at føroysku fólkatingssessirnir eru ímyndin av, at valdið yvir Føroyum liggur í Danmark og á dantingið. Og at tað er als ikki í samsvar við tíðina sum vit livað í í dag.

Tí vónar hann, at hetta verður seinastu ferð at føroyingar fara á val at vejla føroyingar inn á danska fólkatingið, eitt fremmant ting, sum føroyingar als ikki eiga nakrar lut í longur, heldur hann.

Nú 5 av 6 flokkum eru samdir um eina breiða “tjóðarsemju” har Føroyar skulu verða ein javnræðis partur við Danmark og Grønlandi, vónar og væntar hann eisini, at týsdagurin er søguligur og fer í søguna sum seinastu ferð føroyingar velja fólk inn á eitt fremmant ting.

Fólkatingið er parlamentið í Danmark og ikki í Føroyum, sigur Páll Gregersen.

Høvuðsuppgávurnar hjá Fólkatinginum eru at viðgera lógaruppskot og samtykkja lógir í Danmark, og hava eftirlit við stjórnini og samtykkja árligu fígjarætlanina hjá donsku stjórnini.

Nakað sum als ikki er í samsvar við veruleikan sum føroyingar livað í, heldur Páll Gregersen.