Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.03.2026 16:27

Norðoya Sparikassi 30 milliónir í avlopi í 2025

Tíðindaskriv/ Norðoya Sparikassi

Úrslitið eftir skatt í 2025 var eitt avlop upp á 30,2 mió. kr. samanborið við 47,9 mió. kr. árið frammanundan. Lægri rentustøði og stakútreiðslur eru høvuðsorsøkirnar til lækkingina í úrslitinum. Samanumtikið er leiðslan nøgd við gongdina í 2025.

Hóvligur vøkstur

Útlánini øktust úr 2.248 mió. kr. upp í 2.349 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 101 mió. kr. ella 4,5%.

Innlánini øktust úr 2.729 mió. kr. upp í 2.982 mió. kr., sum svarar til ein vøkstur upp á 253 mió. kr. ella 9,3%.

Ábyrgdarpeningurin var 38,1 mió. kr. við árslok 2025 og er á sama støði sum árið fyri. Mælt verður til, at ábyrgdarpeningurin verður rentaður við 5% í 2025, og miðað verður eftir somu rentu í 2026.

Grundrakstur

Tá sæð verður burtur frá virðisjavnan og niðurskrivingum, var grundraksturin hjá sparikassanum 34,6 mió. kr. í 2025, ið verður mett at vera nøktandi. 

Gjaldføri og kapitalur

Sparikassin hevur framvegis gott gjaldføri og góðan kapital. 

Lyklatalið fyri gjaldførið var 401% í mun til lógarkravda gjaldførið á 100%. 

Kjarnukapitalurin var 30,2% í mun til samlaða kapitalkravið á 21,5%. Harvið var kapitalyvirdekningurin 8,7%-stig, ið svarar til umleið 121 mió. kr.

Ársfrásøgnin sæst her: https://www.ns.fo/um-okkum/um-nordoya-sparikassa/roknskapir/roknskapir

NORÐOYA SPARIKASSI

Marner Mortensen, stjóri