Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.03.2026 11:56

U18 landsliðið við gentum til undankapping í Kekkia

Mynd: Flogbóltssamband Føroya

Flogbóltssamband Føroya

Í januar vann U18 landsliðið við gentum seg víðari í EM undankappingini og skal nú til Kekkia til aðru undankappingina.

Í fyrstu undankappingini í Dublin í januar gjørdist liðið nr. 2 og skal tí frá 26. til 28. mars leika ímóti Kekkia, Kroatia og Ukraina. Dystirnir verða í Kutna Hora, sum liggur áleið 100 km frá Prag í Kekkia.

Annar partur av undankappigini eru skipaður í 5 bólkum, har Føroyar er í bólki D. Teir 5 vinnararnir av bólkunum og 4 teir bestu 2’ararnir fara víðari til EM endakappingina, sum verður í Lettlandi og Litava í juli.

Høvuðsvenjarin Marjan Nikolic hevur nú úttikið endaliga liðið, sum fer til Kekkia týsdagin 24. mars.

Leikararnir eru:

Edna Henriksen, SÍ

Gunn Gaardlykke, Dráttur

Børka Jákupsdóttir, Fleyr

Bylgja Holm, Fleyr

Marjun á Mýrini, Ikast KFUM

Anna Katrina í Haraldstovu, SÍ

Halla Haraldsen, SÍ

Josefina Ingibjørg Fjallsbak, SÍ

Ruth Berg Jespersen, TB

Marjun Blástein, B71

Maria Hovgaard, KÍF

Petra Panic, Dráttur

Hjálparvenjarar eru Ingibjørg Sigridardóttir Muller og Kristina Knudsen.

Liðleiðari eru Lena í Buð

Liðið fer til Kekkia 24. mars og er aftur í Føroyum 29. mars.