Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
20.03.2026 09:38

Í dag er várjavndøgur

Savnsmynd. Eyp.fo

Í dag er Várjavndøgur. Tað merkir, at dagur og nátt eru líka long – umleið 12 tímar hvør, og at dagurin síðani er longri enn náttin.

Várjavndøgur, út frá einum stjørnufrøðiligum sjónarhorni, merkir at vit fara inn í summarhálvárið á norðaru hálvkúluni.

Várjavndøgur verður sagt at vera 21. mars, men summi ár kann 19. mars ella 20. mars vera rættari dagurin.

Og nú gerast dagarnir bara ljósari, til tað aftur fer at ganga hinvegin.