Veðurforsøgnin sunnudagin sigur frá nógvum vindi. Upp í skrið ella storm av útsynningi, 18 til 23 m/s, í støðum upp í 25 m/s.
Tískil er tað eitt gott hugskot hjá m.a. politisku flokkunum at tryggja sær sínar valplakatir.
Kring alt landið hanga longu hópin av valplakatum, sum nú eru í vanda fyri loysnað og fara í øllum vindinum.
Tað frættist longu, at onkrar stórar valplakatir hava longu gjørt skaða í nógva vindinum á bilar og annað, sum var fyrranáttina. Meðan eisini fleiri av teimum lítlu valplakatinum eru loysnaðar og hava rikið fyri vág og vind.
