Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
19.03.2026 09:18

Spunasmiðurin hjá Putin

Filmsfelagið

Mikudagin sýnir Filmsfelagið nýggja filmin The Wizard of the Kremlin. 

Ein ungur russiskur filmsleikstjóri verður púra óvæntað spunasmiður hjá Vladimir Putin (Jude Law), sum kemur til russiska valdið eftir at Sovjet er fallið, og nýggjar avbjóðingar standa fyri.

Tíðirnar eru merktar av ruðuleika, tá gátuføri og vællýddi Vadim Baranov (Paul Dano) skapar nýggja avantgarde list og síðan fer at gera reality sjónvarp. Í hesum rembingartíðum verður hann ráðgevi hjá einum fyrrverandi KGB-njósnara, ið vil hina avgjørdu maktina. Ein maður, ið skjótt verður kendur sum “sarurin” Vladimir Putin.

Í nýggja maktmiðdepilinum verður Baranov heilin í russiska ríkinum, ið nú verður sett saman. Hann er spunasmiður, ið skrivar talur, skapar hugmyndir og ávirkar tær nýggu fatanir, ið taka seg upp millum fólk. Men Ksenia (Alicia Vikander) er ein fræls kvinna, sum hann hvørki fær valdið ella tamarhaldið á, tí hon í øllum lutum gongur egnar leiðir. Tað flættast ikki við hana.

Tá hann fimtan ár seinni í friði og náðum hevur givið upp spunastarvið, er onkur, ið fær Baranov at siga lívssøguna. Tað, sum kemur fram, tekur burtur øll mørk millum tað, ið veruliga hendi og tað reina uppspinn, trúgv og ætlanir. The Wizard of the Kremlin tekur okkum á kav niður í ta døkkastu maktgirnd, har hvørt orð er makt, skot og patrónir.

Filmurin, sum byggir á samnevndu metsølubókina hjá Giuliano da Empoli, lýsir myrka makthjartað í Russlandi, har fólkini savnast kring Vladimir Putin. The Wizard of the Kremlin er rein fiksjón. Men tað merkir ikki, at hon er ósonn.

Filmsfelagið 25/3 kl 20:00 The Wizard of the Kremlin (Olivier Assaya Frakland USA 2025 152 min)

Spjaldur