Hesa vikna er arbeiðið farið í gongd at seta fyrstu betongveggirnar upp til nýggja matvøruhandilin á Oyrini í Norðragøtu.
Talan er um ein nýggjan nýmótans PE handil, sum kemur ístaðin fyri núverandi gamla PE handil sum stendur miðskeiðis í Norðragøtu. Ein handil sum er bygdur í 2002, har umstøðurnar eru bæði trongligar og ótíðarhóskandi.
Nýggi handilin verður umleið 1.200 fermetrar, og skal hýsa einum nýmótans Á-handli við betri plássi og breiðari vøruúrvali. Og verður hann bygdur í nøkulunda sama stíli sum teir nýggju Á-handlarnir í Tórshavn.
Eisini skal plass verða fyri ein kafé og eina deild við Takeaway í bygninginum.
Um alt gongur eftir ætlan, so letur nýggi Á-handilin í Norðragøtu upp seint í 2026.
Myndir: Eysturoyarportalurin









