Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.03.2026 21:46

”Saman um bygdina” – Nýggj stuðulsskipan til smærri alment gagnligar verkætlanir

Mynd: Sjóvar kommuna

Sjóvar kommuna

Sum nakað nýtt fer Sjóvar kommuna at skipa fyri átakinum ”Saman um bygdina”.

Talan er um eina stuðulsskipan, sum skal eggja borgarum ella grannaløgum at skipa fyri smærri alment gagnligum verkætlanum.

Søkjast kann um stuðul úr skipanini, og á fíggjarætlanini fyri 2026 eru kr. 100.000 settar av til átakið.

Reglugerð fyri stuðulsskipanina

Kommunustýrið hevur samtykt at geva borgarum í kommununi høvi at søkja um stuðul til ymiskar smærri alment gagnligar verkætlanir í kommununi.

Dømi um smærri verkætlanir kunnu vera:

  • smærri gøtur
  • grøn øki
  • smærri trivnaðarøki

Stuðulin hevur til endamáls at skapa trivnað millum grannaløg og at eggja borgarum at fríðka og hugna um í nærumhvørvinum.

Fyri at fáa játtaðan stuðul, skal verkætlanin í minsta lagi:

  • vera almenn gagnlig
  • hava eina kostnaðarmeting
  • hava eina tíðarætlan

Stuðul umfatar tilfar, men ikki arbeiðsløn

Mentanar- og Frítíðtíðarnevndin avgerð hvørjar umsóknir fáa stuðul, og hvussu stuðulin verður býttur millum umsóknirnar.

Umsóknarfreist fyri stuðul í 2026 er 16. apríl. Umsóknin skal sendast til sjk@sjovar.fo.