Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.03.2026 15:47

Javnstøða á báðum vallistunum hjá Tjóðveldi

Tíðindaskriv/ Tjóðveldi

Við herrópinum ”Fyri teg, meg og Føroyar” stillar Tjóðveldi endiliga upp við 27 valevnum til løgtingsvalið og 8 valevnum til fólkatingsvalið. Talan er um javnstøðu millum kynini á báðum listunum.

Tey, sum stilla upp fyri Tjóðveldi til løgtingsvalið 26. mars 2026 eru hesi 27 valevnini frá øllum landinum:

  • Anfinn í Toft
  • Annika Olsen
  • Ásla Leila Birgirsdóttir Johansen
  • Bjørg Brynhildardóttir Egholm
  • Bjørk Berg Wiggins
  • Brandar Heðinsson
  • Dennis Holm
  • Eirikur í Jákupsstovu
  • Erling Eidesgaard
  • Hergeir Teitsson
  • Hervør Pálsdóttir
  • Høgni Hoydal
  • Hendrik Egholm
  • Jóhan Christiansen
  • Hanna Paula við Streym
  • Kim Hansen
  • Liljan Weihe
  • Luna Klein Joensen
  • Magnus Gaard
  • Marin í Dali
  • Pætur Weihe Simonsen
  • Rakul í Gerðinum
  • Sigrid Jensdóttir Dalsgaard
  • Sirið Stenberg
  • Steinbjørn Hardlei
  • Tjóðhild Patursson
  • Vígdis Bjarnadóttir

Tjóðveldi stillar eisini átta fólk upp til fólkatingsvalið 24. Mars 2026. Tey eru Annika Olsen, Dennis Holm, Eirikur í Jákupsstovu, Hervør Pálsdóttir, Høgni Hoydal, Liljan Weihe, Sirið Stenberg og Jóhannis Erlendsson.

Tjóðveldið var fyrsti flokkurin, ið legði sína valskrá fram mánadagin. Undir herrópinum ”Fyri teg, meg og Føroyar” byggir valskráin á tríggjar súlur:

  • Føroyar í heiminum – sjálvstøðugt land 
  • Heimið Føroyar – Framtíðin er í Føroyum
  • Heimurin í Føroyum – Haldfør integratión

Ein kann lesa meira um valskránna á tjodveldi.fo, sum er galdandi fyri bæði valini. 

Spjaldur