Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
13.03.2026 15:13

Meting fyri viku 12, 2026

Savnsmynd: Eyp.fo

Fiskamarknaður Føroya

Línuskip: Ísfiskalínuskipið er nýliga byrjaður túr norðanfyri.  Hann fiskar mest tosk og hýsu og kemur at landa síðst í vikuni. Átta frystilínuskip eru við Ísland og trý eru við Føroyar. Tvey koma at landað í vikuni.

Útróður: Streymurin er brúkiligur, men harðnar sum vikan gongur. Verðri verður brúkiligt, so tí vanta vit nakað av útróðri. Fiskaríið er brúkiligt.

Djúpvatnstrolarar. Tveir eru eystanfyri og fiska upsa og djúpvatnsfisk. Annar kemur at landa fyrst í vikuni, meðan hin neyvan landar í vikuni. Jákup Sverri ger yvirlitstrolingar og kemur vantandi at landa miðskeiðis í vikuni. Hann fær mest tosk og upsa.