Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.03.2026 16:58

Føroyskir filmar á stórum festivali í Keypmannahavn

Tíðindaskriv/ Filmshúsið

Í dag fer heimildarfilmfestivalurin CPH:DOX av bakkastokki í Keypmannahavn. Heilir tríggir filmar eftir føroyskum leikstjórum eru við á festivalinum í ár.

Talan er um filmarnar ‘BIRITA’ eftir Búa Dam, ‘Mammuskepilsið’ eftir Mariu G. Tórgarð og ‘Eldur, Vatn, Jørð og Luft’ eftir Rógva Rasmussen og trimum øðrum norðurlendskum leikstjórum.

Føroyskir filmar hava áður verið við á CPH:DOX, men hetta er fyrstu ferð, at føroyingar eru so væl umboðaðir á festivalinum. 

– Hetta prógvar, at vit duga at gera filmar í altjóða formati, og at umheimurin fegin vil hoyra lokalar søgur úr Føroyum, sigur Marjun Niclasen, leiðari í Filmshúsinum.

– CPH:DOX er jú ein av heimsins mest viðurkendu heimildarfilmfestivalum. Tá føroyskir filmar verða vístir á slíkum festivalum, ger tað Føroyar sjónligari á altjóða filmskortinum. Tað kann skapa nýggj sambond og gera tað lættari hjá føroysku filmsvinnuni at finna samstarvsfelagar og fígging til komandi framleiðslur, sigur Marjun Niclasen.

BIRITA

Búi Dam hevur leikstjórnað filmin BIRITA, sum er ein rørandi og persónlig søga. 

Í filminum ger ein bólkur av sjónleikaravinum eina roynd at seta leikverkið ’King Lear’ eftir William Shakespeare upp, og lata nógv fagnaðu sjónleikarinnuna Biritu Mohr, sum hevur Alzheimers, spæla høvuðsleiklutin.

Búi Dam, sum er sonur Biritu, stendur á odda fyri umstríddu verkætlanini, sum er drivin av sannføringini um, at hóast mamman ikki dugir at tosa longur, so leingist henni aftur á pallin. 

BIRITA er við í kappingini NORDIC:DOX, ið er kapping fyri teir bestu filmarnar í Norðurlondum.

Sýningar verða 15., 17. og 18. marts, og leikstjóri Búi Dam verður til staðar til fyrstu sýningina. 

Mammuskepilsið

Mammuskepilsið er ein persónlig søga, sum snýr seg um at vera barn hjá einum sálarsjúkum foreldri. Filmurin tekur støði úr egnum upplivingum hjá leikstjóranum Mariu Tórgarð, hvørs mamma hevur sálarsjúku, og eru tær báðar sostatt við í filminum.

Talan er um ein hybrid-heimildarfilm, sum er ein blanding av veruleika og fiktión. Í fiktiónssenunum er pápi Mariu, Hans Tórgarð, á pallinum saman við einari dukku, nevnd Mammuskepilsið. 

Hetta verður aðru ferð, at Maria G. Tórgarð hevur ein film á CPH:DOX, tí í 2021 var SKÁL við. Mammuskepilsið er gjørdur í sambandi við filmútbúgvingina, sum Maria G. Tórgarð hevur lokið á Stockholm University Of Arts. 

Filmurin tók øll á bóli til Geytan síðst í februar, tá Mammuskepilsið fór avstað við bæði Geyta-virðislønini og Áskoðaravirðislønini.

Á CPH:DOX verður Mammuskepilsið sýndur saman við ‘Joan of Arc’ hjá íslendska Hlynur Pálmason. Sýningar verða ávikavist 14. og 17. mars – og leikstjórin Maria G. Tórgarð verður til staðar til fyrru sýningina at svara spurningum.

Eldur, Vatn, Jørð og Luft

Hin triði filmurin er Eldur, Vatn, Jørð og Luft. Hetta er ein samframleiðsla millum fýra leikstjórar úr ávikavist Føroyum, Danmark, Noregi og Svøríki, har leikstjórarnir hava filmað í hvør sínum landi.

Føroyski leikstjórin er Rógvi Rasmussen, sum vit millum annað kenna sum fotograf, og so hevur hann eisini framleitt heimildarfilmin ’Heartist’ frá 2023 saman við Jón Hammer.

Eldur, Vatn, Jørð og Luft er ein filmur við frásøgnum úr fýra Norðurlondum – Danmark, Svøríki, Noregi og Føroyum. Frásagnirnar tekna eina mynd av einari náttúru í broyting, har frumevnini leika í, og har tað vísir seg, at veruliga tilbúgvingin er nógv meira enn sandsekkir og eldsløkkjarar.

Eldur, Vatn, Jørð og Luft er eisini við í kappingini NORDIC:DOX.

Sýningarnar eru 12., 17. og 19. mars, og leikstjórarnir verða til staðar til fyrstu sýningina. 

Filmshúsið 2026

Spjaldur