Tíðindaskriv/Aldan
Aldan – Hitt Radio hevur sett í verk eitt nýtt átak í sambandi við løgtingsvalið og fólkatingsvalið. Á heimasíðuni hjá Alduni kunnu veljarar nú finna poddar við valevnum, har tey greiða frá, hvørji mál tey brenna fyri, og hvat tey arbeiða fyri politiskt.
Endamálið er at gera tað lættari hjá veljarum at fáa eitt skjótt og greitt yvirlit yvir valevnini og teirra hjartamál. Veljarin skal bara fara inn á heimasíðuna hjá Alduni og klikkja á “Løgtingsvalið 2026”, har poddarnir liggja savnaðir á einum staði.
– Vit vilja gera tað lættari hjá veljarum at hoyra, hvat valevnini sjálvi hava at siga. Tí savna vit poddar við so nógvum valevnum sum gjørligt á einum staði, sigur Aldan.
Upptøkurnar fara fram í løtuni, og komandi dagarnar verða fleiri poddar lagdir út á síðuna, so veljarar fáa møguleika at hoyra fleiri av teimum, sum stilla upp til valið.
Við hesum átakinum vil Aldan gera sítt til at styrkja kjakið og gera tað lættari hjá veljarum at seta seg inn í politisku sjónarmiðini hjá teimum ymisku valevnunum.
