Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
09.03.2026 15:03

Tað skal verða lættari at seta búgv í Føroyum

Lesarabræv

Í Føroyum hava vit ein stóran bústaðartrupuleika. Ung finna ikki bústað, og familjur bíða leingi eftir heimi. Hettar er tó ikki ein náttúrligur trupulleiki – hann er í stóran mun skaptur av skipanum og reglum.

Bygging er vorðin nógv dýrari. Strangar reglur og skattaskipanir gera tað torført at byggja, serliga smærri bústaðir.

Samstundis gera skatta- og avskrivingarreglur, at smærri leigubústaðir – júst tann bústaðartypan, sum nógv ung hava tørv á – ikki verða bygdir.

Fígging er eisini ein avbjóðing. Peningastovnarnir í Føroyum eru fáir, og tí kann tað verða trupult at fíggja góðar verkætlanir.

Í dag byggir almenna bústaðarfelagið Bústaðir sjálvt bústaðir fyri almennar pengar, men spurningurin er, um fleiri bústaðir kundu komið burtur úr, um almennir pengar heldur vórðu brúktir til lán til privatar verkætlanir.

Føroyum manglar ikki fólk, sum vilja byggja, tað sum manglar, eru skipanir, sum gera tað møguligt. Um vit vilja loysa bústaðartrupulleikan krevst broyting.

Sum umboð fyri Fólkaflokkin ynski eg at arbeiða fyri:

– MVG afturbering av bústaðarbygging, heldur enn rentustuðul

– At tillaga avskrivingarreglurnar fyri leigubústaðir

– At endurskoða bygningskunngerðina útfrá føroyskum viðurskiftum

– At bjóða bústaðarbygging hjá landinum út til privatar aktørar

𝐒𝐭𝐞𝐟𝐟𝐚𝐧 𝐀𝐛𝐫𝐚𝐡𝐚𝐦𝐬𝐬𝐨𝐧 𝐋ø𝐤𝐢𝐧.

Valevni fyri Fólkaflokkin