Nú kommunuskatturin fyri februar er uppgjørdur sæst, at tvær kommunur skara framúr tá ið tað snýr seg um meira A og B skattainntøkur.
Borgarstjórin Dávur Juul, sigur við Eysturoyarportalin, at hann fegnast um tí góðu gongdini í kommununi.
Hann sigur, at í 2025 fekk kommunan 86 mió í A og B skatti, sum er 5 mió betri enn í 2024.
Samlaða skatta-og avgjaldsinntøkur fyri 2025 vera áleið 126 mió, sum er áleið 4 mió betri enn 2024, sigur borgarstjórin, Dávur Juul.
Fuglafjarðar kommuna hevur fyri februar í ár, eina meirinntøku uppá 3 mió, í mun til februar í fjør, svarandi til 31,39 %.
Miðal fyri alt landið í februar er 8,16%.
Fyri januar og februar hevur kommunan eina meirinntøku uppá ávíkavist 19,75 %, sum svarar til 3,17 mió.
Fyri alt landið, hesar báðar mánaðarnar, er miðalvøksturin 5,91%.
Virksemið er stórt í Fuglafirði, har er nógv og stórt vinnulív á landi og sjógvi, og tað sæst eisini aftur í inntøkuni í ár og undanfarnu árini.
Tølini frá Hagstovuni fyri 2025 eru ikki tøk enn, men tølini frá 2024 vísa, at fyri hvønn íbúgva er inntøkan hægst í Fuglafirði við heili 73.446 kr. Næst er Skúvoyar kommuna við 70.878 kr og á triðaplássi Runavíkar kommuna við 67.933 kr fyri hvønn íbúgva.
Øll tølini hjá Hagstovu Føroya kunnu síggjast her:
https://hagstova.fo/fo/buskapur/kommunu-figgjarmal/kommunal-figgjarvidurskifti
