Lesarabræv
Eftir áheitan frá Eysturoyar Fólkafloksfelag havi eg avgjørt at stilla upp til løgtingsvalið 26. mars.
Mítt mál er einfalt: Eg vil umboða fólkið.
Mær tykir alt ov ofta, at vit lóggeva uttan at veruliga lurta eftir teimum, sum lóggevingin veruliga rakar. Tað má broytast. Ein politikari 𝘀𝗸𝗮𝗹 lurta fyrst – og síðani lóggeva.
Tá vit lóggeva um landbúnað, skulu vit lurta eftir bóndunum.
Tá vit lóggeva um fólkaskúlan, skulu vit lurta eftir lærarunum.
Tá vit lóggeva um byggivinnuna, skulu vit lurta eftir teimum, sum arbeiða í vinnuni hvønn dag.
Velur tú meg, so er mítt størsta lyfti hetta: Eg vil altíð royna at lurta eftir teimum, sum avgerðin rakar – áðrenn eg taki støðu.
Komandi tíðina fram til 26. mars fari eg at leggja út her á vanganum, hvørjar mínar hugsanir eru – og hvørji míni hjartamál eru.
Hevur tú spurningar, ert tú altíð vælkomin at venda tær til mín á Messenger – Ella við at ringja á +𝟮𝟵𝟴 𝟮𝟱𝟵𝟵𝟱𝟵.
X við A – X við Steffan
