Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
04.03.2026 08:26

Tíðindaskriv frá Konservativ Ung

Tíðindaskriv/ Konservativ Ung

Í seinastuni er nógv nýtt farið fram í ungmannafelagið hjá Miðflokkinum. Vit hava broytt navn, logo og sett eina nýggja stevnuskrá. Ein nýggj nevnd er vald og skipað. Umframt eru nógvar nýggjar og spennandi ætlanir settar í verk.

Ungmannafelagið hjá Miðflokkinum hevði aðalfund tann 07.02.2026. Har nýggja nevndin varð vald, og bleiv hon skipað soleiðis:

Markus Mortensen Mattias Ljósheim Kezia Mortensen
Petur Takamasa Asano David M. Mørk

Formaður
Næstformaður og kassameistari Skrivari
Nevndarlimur
Nevndarlimur

Á aðalfundinum avgjørdi meirilutin at broyta navnið frá ”Ung fyri Miðflokkin” til ”Konservativ Ung”. Vit, í ungmannafelagnum, ynskja at standa við tey konservativu virðini, at varveita og verja kjarnufamiljuna, hjúnarbandið og standa við, at tað bert eru tvey kyn, maður og kvinna.
Ikki minst standa vit við, at øll eiga rættin til lív. Vit ynska verja tað ófødda barnið, og verða ein rødd fyri tey, ið ikki hava eina rødd. Vit halda tískil, at nýggja navnið umboðar okkum, í ungmannafelaginum, sera væl.

Ung í dag seta tað, at vera konservativur, í samband við, at verja hesi góðu og grundleggjandi etisku virðini í okkara samfelag. Tað er júst tað, sum er hjartamálið, bæði hjá Miðflokkinum og hjá okkum í ungmannafelagnum. Við hesum navninum ynskja vit at miðla okkara boðskap til ungdómin í Føroyum.

Í Konservativ Ung fara vit at varpa ljós á Woke-líknandi rák, sum spakuliga treingja seg inn og leypa á virðini í okkara samfelagi. Tey hava lopið á kjarnufamiljuna og hjúnabandið. Tey hava roynt, at tikið rættin til lív frá ófødda barninum, tó er enn ein glottið fyri framman, ein vón fyri at verja tey óføddu børnini komandi valskeið.

Konservativ Ung 02.03.2026

Vit ynskja at arbeiða ímóti hesum rákunum og varðveita tey góðu konservativu virðini, sum okkara samfelaga er bygt á. Vit ynskja at vera ein rødd fyri konservativa ungdómin í Føroyum.

Í Konservativ Ung ynskja vit, sum síðsta regla í tjóðsanginum sigur: “At bera tað merkið, sum eyðkennir verkið, ið varðveitir Føroyar mítt land.”

Vegna Konservativ Ung Ungmannafelagið hjá Miðflokkinum