Hondbóltssamband Føroya
Tá Annika Fríðheim, sum trý ára gomul, fyrstu ferð traðkaði á ein hondbóltsvøll, hevði hon ikki
ímyndað sær, hvussu stóran leiklut hondbólturin fór at hava í lívi hennara. Í dag er hon
landsliðsmálverji hjá Føroyum, lesandi í Aarhus, leikari í EH Aalborg og roynir samstundis at fáa gerandisdagin at ganga upp saman við makanum Hjalta, og teirra hálvt ára gomlu dóttir, Ann Emiliu.
Lív hennara er broytt nógv seinastu mánaðirnar. Har hon áður hevur havt fokus á hondbólt og útbúgving, snýr tað seg í dag í størri mun um familjulív og ábyrgdina sum mamma. Samstundis hevur hon valt at halda fram í hondbólti og at royna at fáa alt at ganga upp í eina heild.
Hennara søga er eitt dømi um, hvussu føroyskur hondbóltur er í broyting. Har man áður sá tingini meira svart og hvítt, man skuldi velja alt ella einki, men er í dag størri rúm fyri lívinum, familjuni og trivnaði.
Eftir at Annika fekk dóttir sína broyttist gerandisdagurin. Nú skuldi familjulív, lesnaður, venjing og landsdystir ganga upp. Tað kravdi skipan, tol og góðan stuðul útifrá. Hon skuldi finna fótafesti aftur, bæði fysiskt og mentalt, og venja seg við eina nýggja tilveru. Málið var tó greitt: at røkka HM-endaspælinum í november 2025. Hon byrjaði at venja fyrr, enn hon upprunaliga hevði ætlað, men kroppurin reageraði væl, og hon føldi seg klára. HM-kappingin var søgulig fyri føroyska kvinnulandsliðið, sum fyri fyrstu ferð vístu seg á allarhægsta stigi. Liðið megnaði at gera vart við seg og skapa minniligar løtur, sum fara at standa í søgubókunum. Fyri Anniku var kappingin eisini ein persónlig roynd, ið vísti, hvussu sterk hon faktiskt er. Ann Emilia og Hjalti vóru við, og at sameina kapping á hægsta stigi við ábyrgdini sum mamma var ein stór avbjóðing, men eisini ein heilt serlig uppliving. Tað vísti henni, at tað bæði er møguligt at vera landsliðsspælari og foreldur, um karmarnir eru til tað.
Ein slík kapping krevur nógv, bæði fysiskt og mentalt. Dagar við nógvari venjing, fundum, ferðing og dystum. Dagarnir kundu vera langir, og við dóttrini kravdi tað nógva orka. Tí hevði tað stóran týdning, at hon ikki stóð einasamøll. Við stuðli frá Hjalta, familjuni, liðfeløgunum og HSF fekk hon alt at ganga upp. Á lansliðsferðini hjálptu liðfelagar ofta til, høvdu Ann Emiliu tá Annika og Hjalti skuldi eta, og vóru altíð klárar við einari hjálpandi hond. Somuleiðis hevði Hjalti Ann Emiliu til venjingar og dystir. HSF vóru skiljandi og fleksibul, soleiðis at Annika kundi laga dagarnir eftir teimum tørvum, sum vóru.
Í HSF verður arbeitt við tankagongdini, at málið ikki bara er at fáa leikarar klárar til næsta dyst, men eisini at skapa karmar, sum gera tað møguligt at halda fram í hondbóltinum í nógv ár. Íðkararnar skulu verjast bæði fysiskt og mentalt, soleiðis teir ikki brenna út, men fáa eitt langt og burðardygt ítróttarlív.
Hugsanin er, at hendan tilgongd minkar tað um fráfall sum er, serliga hjá kvinnum. HSF ynskir ein breiðari hóp við fleiri møguleikum og loysnum, sum man kann laga eftir einstaka leikaranum.
Fyri Anniku merkir hondbólturin framvegis sera nógv. Ítrótturin er ein stórur partur av hennara samleika. Samstundis hevur mammulívið givið henni eitt nýtt sjónarhorn. Hon er vorðin sterkari mentalt, vorðin tolnari og hevur eitt greiðari fokus á tað, hon sjálv kann ávirka. Motivatiónin kemur frá liðfeløgum, venjarum, HSF og landinum. Hon trýr framvegis, at føroyska landsliðið kann spæla ímóti øllum tjóðum, og hon vil síggja, hvussu langt hon sjálv og liðið kann røkka.
Framtíðin er ikki endaliga avgjørd. Annika skal skriva bacheloruppgávu eftir summarfrítíðina, og veit hon enn ikki, hvar hon fer at spæla komandi árini. Familjan fyllir meira í teimum avgerðum, sum skulu takast, men málið er at finna eitt stað, har hon fær spælitíð, trívist, og har familjan kennir seg heima.
Søgan um Anniku Fríðheim Petersen er tí ikki bara ein søga um hondbólt, men eisini ein søga um eina mentan í broyting, har íðkarar verða sædd sum heil menniskju við lívi og dreymum. Ein søga um, at tað í dag ikki longur er svart og hvítt, men rúm fyri báðum.


