Lesarabræv
Eg skrivaði í vikuskiftinum bloggin Spæl fyri gallarínum – ráðagerðin, ið elvdi til nýval, har eg viðgjørdi hendingarnar, ið leiddu upp til samgonguslitið í farnu viku. Summi hava hartað meg fyri at brúka heldur harða orðið ráðagerð, men hetta er tíverri veruleikin.
Tað ringasta er, at hetta als ikki er fyrstu ferð, at samgongan hevur brúkt svikaráð til at fáa sín vilja ígjøgnum. Vit sóu tað m.a., tá ið fosturtøkumálið kom ígjøgnum í fjør. Summi minnast kanska eisini Ingilín-málið í 2024. Fólkaflokkurin skal heldur ikki vaska seg ov reinan, tí hvør minnist ikki rokið í 2021, tá ið hann sendi tvey landsstýrisfólk í Tingið fyri at fáa Anniku Olsen úr tinginum?
Í 2021 lá Fólkaflokkurin nærum líka lágt sum Javnaðarflokkurin liggur nú. Hann hevði oytt sítt trúvirði burtur, men árið eftir fekk Fólkaflokkurin nýggjan formann, og nú er púra vent í holuni. Fólkaflokkurin stendur til at fáa eitt kanónval, m.a. tí at tey hava ein fryntligan og álitisvekjandi formann. Um hann so verður líka fryntligur, um hann verður Løgmaður, má tíðin vísa.
Fólkaflokkurin profiterar eisini av, at veljarans minni er stutt, og soleiðis verður eisini við Javnaðarflokkinum. Hóast hann kanska fær eitt vanlukkuval í ár, kann alt verða lukkuliga gloymt um fýra ár.
Men eg verði hugtungur av at síggja skitna spælið á Løgtingi. Líkamikið hvønn flokk talan er um, er tað hugstoytt fyri veljaran ferð eftir ferð at vitna, at landsins kosnu milt sagt ikki uppføra seg sum nakað úrvalslið.
Hóast nógvir veljarar ikki fylgja so væl við og ikki vita júst hvat fyrifest, so hava veljararnir eina fatan av, at okkurt ruggar ikki rætt. Hóast vanlig fólk ikki hava sama innlit sum politikarar, journalistar og politiskir viðmerkjarar, so kenna tey eina órógv á sær. Svikagerðirnar, ið ferð eftir ferð stinga seg upp í politisku skipanini – og eisini millum Løgting og Landsstýri, eru við til at máa burtur álitið hjá fólki á politisku skipanina. Eg hoyri nógv fólk tosa um hetta, og tað er avbera vandamikið fyri fólkaræðið. Tað var neyvan av tilvild, at seinasti bloggurin gjørdist hin mest lisni hjá mær yvirhøvur. Hann lendi á eitt turt stað og gav nógvum fólkum orð til at skilja komediuna í farnu viku. Tað er jú hægsta ynski hjá einum politiskum viðmerkjara: at vekja áhuga millum fólk um politisk evni.
Løgtingið og Landsstýrið mugu fáa betri arbeiðslag. Eitt er, at ítøkiligar ráðagerðir eru demokratiskt ivasamar í sær sjálvum. Eitt annað er, at hetta máar undan fólkaræðisliga álitinum millum manna. Fyri tað triðja tykist mær enntá, sum at vánaliga arbeiðslagið í politisku skipanini er við til at styggja fólk frá at stilla upp. Summi siga, at tey ikki tíma at vera partur av skitna politiska spælinum; tey vilja heldur brúka sítt lív upp á okkurt meiri konstruktivt. Summi verða kanska enntá stygd úr aftur Løgtinginum?
Eg vóni, at politisku flokkarnir í minsta lagi kunnu semjast um at fáa eitt betri arbeiðslag, ikki minst í samanspælinum millum Løgting og Landsstýri.
Sámal Matras Kristiansen,
samfelagsfrøðingur
