Nes kommuna
Tað var ein fegin Martha Øre, sum vitjaði Súna í Hjøllum, borgarstjóra, í dag. Borgarstjórin og Martha kennast væl frá tíðini, tá ið hon gekk í skúla í Fuglafirði.
Martha Øre, sum er 31 ára gomul, er ein av teimum átjan búfólkunum, sum eru flutt inn í nýggja búfelagsskapin hjá Almannaverkinum í Flatabø á Toftum, sum er ætlaður fólki við autismu og øðrum serligum tørvi.
Tíggju ára gomul mátti Martha Øre úr Fuglafirði, sum hevur infantila autismu, ADHD og epilepsi, flyta av landinum, tí ov fáir møguleikar vóru í Føroyum.
Nú fær Martha sín egna bústað, umframt ein nýggjan felagsskap. Dagliga arbeiðir Martha í tillagaðum starvi í Fuglafirði.
Martha Øre sigur, at hon gleðir seg nógv til at fáa nýggjar vinir og at gera ymiskt saman við teimum í felagsrúminum.
