Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
02.03.2026 14:43

Vinnarin av Lesaravirðislønini 2026 funnin

Tíðindaskriv

Bókin Svørt Orkide hjá Vónbjørt Vang hevur vunnið Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku 

bókasøvnunum.

Seinasta mánaðin hava lesarar kunnað atkvøtt millum tríggjar føroyskar bøkur, sum hava verið tilnevndar til Lesaravirðislønina hjá teimum føroysku bókasøvnunum. 

Tey trý tilnevndu verkini í ár vóru ”Svørt Orkide” eftir Vónbjørt Vang, ”Altartalvan” eftir Jógvan Isaksen og ”Marta Marta” eftir Marjuna Syderbø Kjelnæs. Vinnarin gjørdist ”Svørt Orkide”.

Mikudagin 4. mars kl. 17.00 verður Lesaravirðislønin handað á Landsbókasavninum. 

Virðislønin er 30.000 kr. Tiltakið er alment, umframt sjálva handanina verður eisini tónleikur, upplestur og lítið ábit

Hetta er triðju ferð, at Lesaravirðislønin verður latin. Virðislønin er sett á stovn til tess at seta sjóneyku á føroyskar bøkur, sum á hvørjum ári verða mest læntar og lisnar runt um á teimum føroysku bókasøvnunum, men eisini fyri at geva lesarunum eina rødd og høvi at virðisløna og fagna teimum bókunum, sum hava verið árisins mest læntu bøkur. 

Tilnevningarnar byggja á útlánshagtøl hjá øllum føroysku fólkabókasøvnunum umframt hagtøl hjá Landsbókasavninum.