Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
01.03.2026 09:14

Spæl fyri gallarínum – ráðagerðin, ið elvdi til nýval

Sámal Sunnudag

Vit vóru í farnu viku vitni til ein heldur ódámligan sjónleik – fyri ikki at siga glantrileik. Hóast politikarar royndu sum frægast at halda maskuni, er tó sera sannlíkt, at fittur partur av teimum vistu nøkulunda av, hvat gekk fyri seg handan leiktjøldini. At nýval í verki (les: hægst sannlíkt) varð útskrivað, tá ið Bjørt Samuelsen býtti um upp á raðfylgjuna av pensjónsaldurs- og Suðuroyartunnils-málunum, er heilt greitt. Øll, ið vildu vita tað, vistu tað tá. At løgtingsforkvinnan helt upp á, at tað var rein tilvild, var reint spæl fyri gallarínum. 

Les meira beint her: Spæl fyri gallarínum – ráðagerðin, ið elvdi til nýval