Løgtingið
Á tingfundinum 25. februar í ár, gjørdi løgmaður samsvarandi Stýrisskipanarlógini § 6, stk. 2 av at skriva út val til Løgtingið at vera hósdagin 26. mars 2026.
Vanligt er, at tá val er útskrivað, heldur alt tað vanliga tingarbeiðið uppat, og tað verða bert viðgjørd mál, sum tað er neyðugt at viðgera.
Tey málini, sum liggja í Løgtinginum, men sum ikki eru liðugt avgreidd, eru framvegis tingmál, og tey detta ikki burtur fyrr enn sjálvan valdagin.
Løgtingið hevur fullar heimildir til at viðgera mál fram til valdagin. Tað er tí einki til hindurs fyri, at Løgtingið eftir, at løgmaður hevur skrivað út val, kemur saman til at viðgera mál, sum ikki kunnu bíða, til nýggja tingið tekur við.
Eisini í heilt serligum førum kann Løgtingið viðgera mál, sum hava bráðskund og ikki tola at bíða, heilt fram til nýggja tingið er sett. Tá so er, er tað sitandi løgting, sum hevur hesar heimildir, tí nýggja tingið tekur ikki við, fyrr enn hetta verður sett samsvarandi § 9, stk. 1 í Stýrisskipanarlógini.
Nývalda tingið kemur saman til fundar kl. 10 tólvta yrkadagin eftir løgtingsvalið, uttan so er, at løgmaður ikki longu hevur boðað til fundar. Tólvti yrkadagur eftir komandi løgtingsval er mánadagin, 13. apríl 2026.
