Eyp grein
Í 1964 varð mett at ferðafólkatalið til og frá Føroyum, sum ferðaust loftvegis, fór at koma upp á 25.000 árliga.
Og tá blussaði kjakið upp um, hvar ein framtíðar flogvøllur møguliga skuldi byggjast í landinum.
Vága Floghavn varð upprunaliga bygd sum hernaðarfloghavn undir Seinna heimsbardaga, tá ið bretar komu hendanvegin.
Men eftir at kríggi var av og bretar vóru farinir av landinum aftur, byrjaði so spakuliga ein ferðafólkaflutningur loftvegis, hóast umstøður og infrakervið ikki var nøktandi ella tíðarhóskandi.
Fyrst í 60´inum gjørdist tørvurin á flogferðslu til Føroyar so mikið so stórur at farið varð undir at nútímansgera flogvøllin.
Hóast, at tað longu tá var hildið av nógvum, at sjálv staðsetingina lá sera avsíðis í landinum, við tátíðar eygum.

Tí fór eitt miðvíst arbeiðið í gongd við at finna eina møguliga nýggja staðseting til ein nýggjan flogvøll. Samstundis sum arbeitt eisini varð við útbygging og nýmótansgeran av flogvøllinum í Vágunum.
Arbeitt varð við ymiskum loysnunum so sum: vestan fyri Sandsbygd, norðan fyri Havnina í Hoyvíkshaganum, vestan fyri Glyvursnes og norðan fyri Kirkjubønes.
Men Loftferðslustjórnin, tátíðar Statens Luftfartsvæsen, kom tá fram til tað úrslit, at mest upplagda staðseting til nýggjan flogvøll var á Skorhæddini, sunnan fyri Toftavatn í Eysturoynni.
Niðurstøðan varð, at Skorhæddin var best egnaða plássið fyri framtíðar flogvøll m.a. tí, at byggikostnaðurin var mettur at verða minni, at vøllurin kom at liggja ímóti høvuðsættunum, at møguleikar vóru fyri at gera eina krossbreyt og at sýnið var sera gott í allar ættir.
Og so var eisini nevnt, at staðseting var sentral, miðskeiðis í Føroyum, har tað tók áleið 1 tíma til Havnar, 45 minuttir til Fuglafjarðar, hálvan tíma til Skála, og 1 tíma og 15 minuttir til Klaksvíkar.
Men hóast hetta, so hendi ikki meira við málinum. Flogvøllurin í Vágunum bleiv útbygdur so líðandi og ferðafólkatalið vaks.
Men í 1988 tók kjakið seg so uppaftur um at byggja ein nýggjan flogvøll. Tá vóru tað 14 bý- og bygdarráð í Eysturoynni og norðoyggjum sum undirskrivaðu eina felagssemju um at fáa flogvøllin bygdan sunnan fyri Toftavatn.
Tá varð lagdur stórur dentur á tryggleikan, samstundis sum at nógvi útflutningurin av feskum fiskvørum var ein orsøk, har Eysturoyggin og Norðoyggjar stóðu fyri størsta helminginum av útflutninginum árliga, var orsøkin til hesa breiðu semju.
Tey bý- og bygdarráð sum stóðu aftanfyri hesa semju í 1988 vóru; Runavíkar kommuna, Sjóvar kommuna, Leirvíkar kommuna, Sunda kommuna, Elduvíkar kommuna, Eiðis kommuna, Gøtu kommuna, Nes kommuna, Oyndarfjarða kommuna, Funnings kommuna, Gjáar kommuna, Skála kommuna, Kunoyar kommuna og Viðareiðis kommuna.
Heldur ikki hesuferð hendi nakað meira, og málið doyði so spakuliga burtur aftur.
Tó at tað við jøvnum millumbilum hevur verið uppi og vent seinastu árini, men hevur tað ongantíð blivið meira enn tað sama.
Statens Luftfartsvæsen umsat flogvøllin í Vágunum frá 1963 til tann 30. Apríl 2007. Tí tann 1. Mai 2007 yvirtók Føroya Landsstýri Vága Floghavn.

