Sjóvar kommuna
Val til Føroya Løgting verður hósdagin 26. mars 2026.
Í §37 í løgtingslóg nr. 49 frá 20. juli 1978 um val til løgtingið við seinni broytingum, stendur:
“sjófólk og onnur, sum ikki halda seg verða heima valdagin, og veljarar, sum eru staddir uttanlands, kunnu útfylla atkvøðuseðilin í fyrsta lagi 4 mánaðir áðrenn valdagin.
Brævatkvøður kunnu avgreiðast á kommunuskrivstovuni yrkadagar millum kl. 8:00 og 14:00.
Liggur ikki fyri at koma á kommunuskrivstovuna at velja, ber til at ringja til kommunuskrivaran á tlf. 232729 og avtala eina tíð.
