Løgmaður, Aksel V. Johannesen, hevur á løgtingsrøðarapallið fyri løtu síðani boða frá, at nýval verður tann 26. mars.
Álitið á samstarvið er rokið, vóru boðini frá løgmanni.
Tað gjørdi hann greitt beint eftir at málið um projektering av Suðuroyartunlinum varð samtykt í løgtinginum við stórum meiriluta.
Sostatt fall pensjónsmálið, sum hørð mótstøða hevur verið frá, serliga frá verkafólkinum í javnaðarflokkinum, burtur.
