Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
24.02.2026 18:37

Áheitan á tinglimir

Yvirlýsing

Mikudagurin 25. februar verður ein lagnudagur. Tá stendur greitt, um Verkafólk hava umboð á Føroya Løgtingi, ella um teir flokkar, ið vanliga siga seg umboða okkara áhugamál, svíkja ta fakfelagsrøslu, ið teir eru sprotnir úr.

Góðu tinglimir, velja tit, rossahandilin hjá løgmanni við Ruth Vang, ið ikki eingongd ein meiriluti í Framsókn virður, ella velja tit ta ábyrgd, ið tit hava fyri tykkara veljarum?

Okkara inniliga áheitan á tykkum tinglimir úr Javnaðarflokkinum og Tjoðveldi er: Fellið hetta uppskotið um hægri pensjónsaldur! Tað er onki meir vandamikið fyri politisku skipanina enn at missa sambandið við gerandisdagin hjá púra vanligum fólkum.

Fær stríðið ongan enda?

Føroya Arbeiðarafelag

Føroya Fiskimannafelag

Havnar Arbeiðarafelag

Havnar Arbeiðskvinnufelag

Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag

Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag