Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
23.02.2026 16:16

Kommunustýrisfundur í Sjóvar kommunu

Sjóvar kommuna

Kommunustýrisfundur 26. februar, kl. 17

Mál nr.: 549-1-2026, Sjk., stuðulsskipan til verkætlanir
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Uppskot til reglugerð fyri smærri alment gagnligar verkæltnir í kommununi

Mál nr.: 215-1-2026, Fløtuvegur 10
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Skal kommunan keypa sethúsini á Fløtuvegi 10? T&B mælir frá, og leggur málið fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 548-1-2025, vinnuøki Innan Glyvur
Reist av: Byggiráð 
Málslýsing: Byggiráð søkir um vinnuøki Innan Glyvur. Vinnunevndin mælir til at selja teimum økið. Lagt fyri kommunustýrið.

Mál nr.: 541-5-2025, Sjk., útstykking við Nónvarða
Reist av: Sjóvar kommunu 
Málslýsing: Ætlaða nýggja útstykkingin við Nónvarða er teknað og projekterað. Tilgongdin til at keypa meira øki frá Jarðargrunninum er í gongd.

Fyri at kunna leggja matr. 234 og 373c saman, og fyri at forstýra grannarnar sum minst, er uppskot gjørt til nýggja byggisamtykt, B11, fyri økið.

Tøkni- og býarskipanarnevndin mælir til at samtykkja uppskotið við smávegis viðmerkingum.

Viðmerkingar til uppskotið: Byggistigið skal broytast frá 35% til 50%. Vegfrástøða, 60% skal var 5,5 m.

Ovari vegurin skal lækkast.

Lagt fyri kommunustýrið.