Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.02.2026 22:25

Bílig fígging ger dýrar verkætlanir lokkandi

Landsbankin nevnd 2021

Lesarabræv

Kjakið um Suðuroyartunnilin fekk ein nýggjan vinkul, tá Sambandsflokkurin mælti til at fíggja verkætlanina við donskum statsláni. Meting teirra er, at ein slík loysn kann spara umleið eina milliard krónur í rentuútreiðslum.

Tað ljóðar einfalt. Men veruleikin er meira samansettur.

Landsstýrið kann í dag læna umvegis Landsbankan við eini rentu, sum liggur umleið eitt prosentstig hægri enn danska statsrentan. Við einum 30 ára láni á 5 milliardir krónur gevur tað ein mun á umleið eina milliard í rentuútreiðslum.

Men danski staturin áleggur vanliga eitt rentuískoyti, tá hann lænir til almenn partafeløg. Grønlendska flogvallarfelagið rindar til dømis 1,45 prosentstig oman á statsrentuna. Um sama verður galdandi fyri Suðuroyartunnilin, kann lánsrentan á danska statsláninum gerast hægri enn fígging umvegis Landsbankan. Danska statslánið kostar tá eina hálva milliard krónur meira í rentuútreiðslum yvir 30 ár. 

Politiskt kann rentuískoytið gerast lægri, um danska stjórnin avger tað. Áhugin hjá Trump fyri Grønlandi kann hava broytt rentuásetingina. Og um Føroyar veruliga fingu eitt lágt og fast rentustig í longri áramál, hevði tað minkað fíggjarliga váðan — serliga rentuváðan. 

Men ein lægri renta broytir ikki grundleggjandi váðan í verkætlanini.

Renta er ikki tað sama sum váði

Í stórum undirstøðiskervisverkætlanum verða tvey hugtøk ofta blandað saman:

  • rentan, sum landið rindar fyri at læna
  • váðin, sum samfelagið tekur á seg

Tað fyrra kann vera lágt. Tað seinna hvørvur ikki.

Tá ein verkætlan verður mett búskaparliga, verður framtíðar vinningur diskonteraður við eini rentu. Smáar rentubroytingar kunnu gera eina verkætlan lønandi ella ólønandi á pappírinum. Bílig fígging kann tí fáa eina verkætlan at síggja betri út — uttan at sjálvur váðin minkar tilsvarandi.

Við eini lánsrentu á 4% og fortreytunum hjá Løgmansskrivstovuni lønar Suðuroyartunnilin seg í mun til verandi ferjuleið eftir gott 40 ár. Um rentan er 2 prosentstig hægri, loysir tunnilin seg ongantíð. 

Mega-verkætlanir og optimisma

Bent Flyvbjerg hevur skjalfest, at stórar verkætlanir ofta kosta meira enn ætlað og geva minni gagn enn roknað. Orsøkin er ikki óreiðiligir politikarar, men systematisk optimisma.

Tær verkætlanir, sum síggja best út á pappírinum, hava størst møguleika at verða samtyktar. Hann kallar hetta “survival of the unfittest”.

Jú størri verkætlan í mun til búskapin, jú størri er vandin fyri skeivum metingum. Suðuroyartunnilin svarar til umleið 20% av føroyskum BTÚ — eitt lutfall, sum er sera høgt altjóða sæð.

Vøkstur og skuld

Í Føroyum er almenna bruttoskuldin umleið 30% av BTÚ. Ein verkætlan av hesi støddini økir hana upp í umleið 50%.

So leingi reali búskaparvøksturin er hægri enn reala lánsrentan, kann ein slík lántøka handfarast. Tað krevur tó eisini, at tað almenna fremur nýskipanir, soleiðis at fíggjarpolitikkurin gerst haldførur.

Síðstu 10 árini hevur reali vøksturin verið 2,4% í miðal, meðan reala lánsrentan er umleið 2%. Men í 2024 var vøksturin bert 0,8%.

Um reala lánsrentan er hægri enn búskaparvøksturin, veksur skuldin ár fyri ár sum partur av búskapinum. Tað er ikki ein haldbar gongd.

Veruligi spurningurin

Suðuroyartunnilin er ein sera stór bindandi íløga, har møguligi vinningurin liggur langt úti í framtíðini og er treytaður av optimistiskum fortreytum um kostnað, ferðslu og rentu.

Bílig og føst fígging við langari afturgjaldstíð kann minka rentuváðan. Men hon minkar ikki váðan fyri skeivum metingum, hægri kostnaði ella lágum búskaparvøkstri.

Avgerandi spurningurin er tí ikki bert, hvussu bíliga vit kunnu lána — men hvussu stóran váða vit taka á okkum í einum lítlum og viðbreknum búskapi.

Tórshavn, 17. februar 2026

Johnny í Grótinum, formaður

Búskaparráðið