Articon
Í dag skrivaðu ArtiCon og Sunda kommuna undir sáttmála um nýggja útstykking á Oyrarbakka.
Talan er um verkætlanina “Býlingur 2”, har 11 grundstykkir verða gjørd byggiklár við einum stórum felagsøki sum miðdepli. Dentur verður lagdur á at skapa góðar karmar fyri felagslívi og trivnaði í nýggja grannalagnum.
Arbeiðið fer í gongd beinanvegin, og fyrstu maskinurnar koma væntandi á økið fyrst í mars. Sambært avtaluni við byggiharran skal arbeiðið vera liðugt til ólavsøku.
Vit takka Sunda kommunu fyri álitið og síggja fram til eitt gott samstarv.
