Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
17.02.2026 11:07

Listaframsýning í Glyvra kirkju

Mikukvøldið hin 18. februar kl. 20 verður listaframsýning í Glyvra kirkju í sambandi við føstugudstænastuna. Anker Mortensen, listamaður, sýnir fram. Listamaðurin fer at hugleiða um myndlist sína undir gudstænastuni.

Í bókini “Anker Mortensen – Tað andaliga í málninginum” verður sagt: “Anker Mortensen yrkir myndir; myndir hansara eru málaðar yrkingar, poetiskar tulkingar í sinninum, sum møtir veruleikanum, tískil “abstraktar”. Tær avspegla ljósið, vindin, angan, ljóð, litfatan, tað ber eisini til at rópa tær kosmiskar”.

Anker Mortensen

Spjaldur