Veðurstova Føroya
Forsøgn galdandi til á middegi mikudagin.
Lot til frískt lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, skýggjað og kavaælaveður, stundum grovari æl. Seinnapartin samdrigið. Sum frá líður seinnapartin minkar vindurin niður í lítið lot av útnyrðingi, minni enn 5 m/s. Í kvøld lítið lot av ymsum ættum, minni enn 5 m/s, kavaælaveður, stundum sera grov æl, men eisini regnæl í støðum. Sum frá líður í nátt skiftandi skýloft, longri millum ælini, og ælini gerast meira regnkend. Fyrrapartin í morgin lot til frískt lot sunnan, 3 til 8 m/s, skýggjað, høgt skýloft og bert okkurt ælið. Hitin -2 til +3 stig, í morgin -2 til +6 stig.
Sólarris: 08:08 Sólsetur: 17:14
