Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
16.02.2026 07:31

Veðrið: Mánadagin 16. februar

Veðurstova Føroya

Forsøgn galdandi til á middegi týsdagin.

Frískt lot til frískan vind norðan, 5 til 10 m/s, samdrigið og kavaæl. Seint fyrrapartin veksur vindurin upp í strúk í vindi upp í skrið, 13 til 18 m/s, samdrigið og kavi. Seinnapartin minkar vindurin niður í frískan vind upp í hvassan vind, 10 til 15 m/s, klárt ella smáskýggjað og yvirhøvur turt. Í kvøld minkar vindurin niður í frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og okkurt kavaælið. Í nátt og fyrrapartin í morgin frískt lot til frískan vind lot av útnyrðingi, 3 til 8 m/s, hálvskýggjað og kavaæl. Hitin úr 2 kuldastigum upp í 3 hitastig.

Sólarris: 08:11 Sólsetur: 17:11