Róðrarsamband Føroya
Róðrarsamband Føroya hevur sent boð eftir 16 rógvarum – 8 kvinnum og 8 monnum – at umboða Føroyar til heimsmeistarakappingina í inniróðri, World Rowing Virtual Indoor Championships 2026.
Úttøkan fevnir um ymiskar aldursbólkar, og er eitt greitt tekin um breiddina og styrkina í føroyskum inniróðri.
Hesi hava fingið landsliðsboð:
U17
- Vár í Húsinum
- Kristvør K. Clementsen
17–18 ár
- Poula Christiansen
- Nóa Rúnason
- Milan Guðjónsson
- Pauli Joensen
- Tóri Zachariasen
23–39 ár
- Vár G. Hansen
- Kristina Roest
- Símun Heinesen
- Hans José Poulsen
23–39 ár (LW)
- Sarita K. Hansen
40–44 ár
- Kristjan Madsen
45–49 ár
- Jón Nónklett
- Jóhanna av Steinum
55–59 ár
- Jóna Danielsen
Nýggir teinar – nýggjar avbjóðingar
Kappingin í ár verður talgild og skipað við heldur øðrvísi teinum enn vit kenna frá siðbundnu HM kappingunum í 2000 metrunum.
Kappast verður í:
- 1 minutt
- 1000 metrum
- 5000 metrum
Hetta setur heilt onnur krøv til rógvararnar. Taktikkurin, sum vanliga verður brúktur á 2000 metrum, kann ikki beinleiðis flytast yvir á hesar teinar. Hetta krevur bæði nýggja disponering, mentala styrki og evni at leggja orkuna rætt til rættan tein. Tað er ymiskt hvussu nógvar og hvørjar teinar úttiknu íkararnir skulu rógva, summi 1. tein, nøkur 2. teinar og ein íkarið er úttikin at rógva allar 3. teinar.
Vit gleða okkum at síggja, hvussu føroysku landsliðsrógvararnir taka avbjóðingina upp og umboða Føroyar á altjóða pallinum.
Felags føroyskir kappingarkarmar
Innleiðandi umførini verða rógvin í ítróttahøllini á Kambsdali.
Finalurnar, vikuskiftið eftir, verða rógvin í fimleikahøllini í Fuglafjarðar skúla.
Sum áður kunnað, skipar Róðrarsamband Føroya fyri felags føroyskum kappingarkarmum. Vónin er at síggja so nógv sum gjørligt – bæði rógvarar og áskoðarar.
Hevur tú meldað teg til WRVICH og ynskir at rógva saman við øðrum føroyingum, so skalt tú fara inn á innirodur.rsf.fo. Á “Tín Startsíða” finnur tú teigin “HM 2026”, har tú skrásetur teg.
Tilmelding er neyðug, so Róðrarsamband Føroya hevur yvirlit yvir luttøkuna á degnum.
