KJ
Tvíkiljan hjá alifyritøkuni Hiddenfjord, hevur verið i dokkhøllini hjá KJ í Klaksvík í nakrar vikur, til nýggj FMA krøv, viðlíkahald og eftirlitsarbeiði. Tvíkiljan, sum er nýbygningur nummar 17 hjá KJ, er bygd í 2017 og er 13 metrar long og 6 metrar breið.
Slættanes verður m.a. brúkt á aliøkinum við Fútaklett á Vágoynni, og økið kann verða sera harðbælt til tíðir við streymasjógvi, aldu og ringum veðri. Heimstaðurin er skrásettur til at vera í Sandavági.
Tvíkiljan er yvirhálað og sær út sum fyrsta dagin. Viðlíkahaldsarbeiði og uppstigan er framt á ymiska útgerð, so sum lensiskipan og trygdarskipan. Tann, eftir øllum at døma, mest eyðsýnda broytingin er, at tvíkiljan er málað av nýggjum í eyðkenda grøna litinum hjá Hiddenfjord. Tvíkiljan varð sjósett aftur týsdagin 10. februar, og í morgun 12. februar fór hon í góðveðrinum vestureftir aftur.
Myndir: KJ












