Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
12.02.2026 09:57

Loyniligur filmur úr Iran kann vinna Oscar

Filmsfelagið

Mikudagin sýnir Filmsfelagið iranska filmin ”It Was Just An Accident”, sum Frakland hevur skotið til altjóða Oscarvirðislønina í ár.

Leikstjórin, Jafar Panahi (f.1960), er í dag hin kendasti iranski filmsleikstjórin. Fyri arbeiði við filmi hevur hann verið dømdur í fangahús og fingið forboð fyri at virkað sum listafólk. Hinvegin er hann av teim heilt fáu, ið hevur fingið fremstu virðislønir á øllum evropisku filmstevnum.

Í hesum nýggjasta filminum, sum loyniliga er filmaður í Tehran, fylgja vit Eghbal, ið er fyri einum óhappi, tá hann koyrir í bili. Hann steðgar hjá bilmekanikaranum, Vahid, ið heldir seg kenna hann aftur sum bøðilin, ið píndi allar í fangahúsinum. Vahid tekur hann til fanga og savnar ein bólk av fyrrverandi fangum, at gera av, um Eghbal er sekur – og um hann nú skal fáa ta hevnd, hann hevur uppiborið.

”It Was Just an Accident” verður til ein film, ið hóast djúpt menniskjansligur, løðir og kyndir eitt dramatiskt spenningsøki, sum festir í hevnd, sannleika og ábyrgd, alt samalt sett í karm av iranska leikstjóranum Jafar Panahi, ið hevur vunnið fleiri enn hálvt hundrað altjóða virðislønir.

Í filmi hevur hann sýnt serligt hegni at seta saman staklutir í gerandisdegnum, sum, tá teir verða settir í nýtt høpi, fara í ring og skapa eina grípandi søgu, sum bjóðar biografgangaranum av.

Iranski filmurin “It was just an accident” vann fyrstu virðisløn, Gylta Pálmin, í Cannes 2025 og er almenna franska Oscaruppskoti í kappingini um besta altjóða film og fyri besta upprunahandrit.

Peter Bradshaw, filmsummælarin hjá The Guardian, sigur um djarva avrikið hjá Panahi við hesum film: “It’s another very impressive serio-comic film from one of the most distinctive and courageous figures in world cinema.”

Á eini myndini sæst Jafar Pahani saman við indiska leikstjóranum Mira Nair, sum er mamma borgarstjóran í New York, Zohran Mamdani.

Filmurin verður sýndur í upprunalíki á persiskum, farsi, máli við donskum undirteksti.

Filmsfelagið 18/2 kl 20:00 It Was Just an Accident (Jafar Panahi Iran Frakland 2025 103 min)

Spjaldur