Leita á eyp.fo
Ongi úrslit
Undanfarna síða
Leiting av
Næsta síða
11.02.2026 09:23

Veðrið: Mikudagin 11. februar

Forsøgn galdandi til á middegi hósdagin.

Frískur vindur upp í strúk av landnyrðingi, 8 til 13 m/s, skýggjað og ælaveður við vátakava í støðum. Sum frá líður fyrrapartin slítur í. Seinnapartin frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, sunnanfyri upp í strúk, 13 m/s, hálvskýggjað og kanska okkurt vátakavaæl. Í kvøld um alt landið frískt lot til frískan vind av landnyrðingi, 5 til 10 m/s, skýggjað og kava- ella vátakavaæl. Í nátt gongur hann upp í norðan, frískt lot til frískan vind, 5 til 10 m/s, hálvskýggjað og kavi ella vátakavi, móti morgni og fyrrapartin stundum grov æl. Hitin 0 til +4 stig; í kvøld og frameftir -2 til +2 stig.

Sólarris: 08:26 Sólsetur: 16:57