Mynd: ÍF
ÍF kunngerð í kvøld, at, miðvallarin og vongurin, Ruben Møller Nielsen, hevur gjørt ein 1 ára sáttmála.
Ruben er 27 ára gamal, og er ættaður úr Odense. Hann hevur áður leikt við feløgum úr Danmark, USA og í Tjekkisku 2. Deild.
Ruben er sonur Tommy Møller Nielsen sum tíðlig í 90unum var venjari hjá MB. Og Tommy er sonur heimskenda danska landsliðsvenjaran, Richard Møller Nielsen, sum vann EM í 1992.
