Sjóvarlon leitar eftir umsorganarfullum og ábyrgdarfullum avloysarum.
Vit søknast eftir:
Heilsurøktarum, Heilsuhjálparum og hjálparfólki at arbeiða í vikuskiftunum. Talan er um arbeiði í
dagvaktum og kvøldvaktum. Arbeiðið kann tillagast soleiðis at arbeitt verður 2. hvørt ella 3. hvørtvikuskifti.
Arbeiðsuppgávurnar fevna um:
At veita persónliga og praktiska røkt, við tí endamáli at stuðla teimum í at varðveita sjálvbjargni oggóða lívsgóðsku.
At samstarva við starvsfelagaðar, avvarðandi og aðrar heilsufagbólkar, fyri at tryggja, at búfólki færta hjálp teimum tørvar.
At fylgja upp og skráseta í Cosmic, fyri at tryggja, at røktin verður tillaga og framd eftir tørvi.
At vera við til at menna trivnaðin hjá búfólkunum og stuðla í gerandisdegnum.
Vit leita eftir tær, ið:
Ert útbúgvin heilsurøktari ella heilsuhjálpari – hóast tað ikki er eitt krav.
Hevur møguligar royndir í røkt – hóast tað ikki er eitt krav.
Er umsorganarfull/ur, álítandi og hevur góð evni at samskifta, bæði við búfólk, avvarðandi,starvsfelagar og aðrar fakbólkar.
Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og hevur evnini at skapa tryggleika og álit hjá borgaranum.
Vit bjóða:
Eitt arbeiðspláss, har tú hevur møðuleika at gera mun í gerandisdegnum hjá tí einstaka búfólkinum.
At tú verður partur av einum starvsfólkahópi, har trivnaður og samstarv er í hásæti.
Góða upplæring og møguleika fyri fakligari menning.
Góðar starvstreytir og løn í samsvarar við galdandi sáttmála.
Setanarviðurskifti:
Størvini vera lønt sambært sáttmála við KAF/fíggjarmálaráðið og avvarðandi felag.
Meira fæst at vita um størvini við at venda sær til Gunn Olsen, tlf 793387, gunno@rodin.fo,deildarleiðara á Sjóvarlon.
Umsókn:
Umsókn saman við prógvum, góðkenning (um viðkomandi) og upplýsingum um útbúgving ogroyndir skal sendast til: rodin@rodin.fo
Viðmerkjast skal: “Avloysari til Sjóvarlon”
Umsóknarfreistin er 27. februar 2026
